Skírhósdagur

mentan09-04-2020 - 09:14 - Jóanis Nielsen

Jesus sigur: "Haldið saman, elskið hvør annan, talið gott hvør um annan, dømið ikki, talið um, at eg eri ein persónur, sjálvt um eg eri ósjónligur, at eg ongantíð skal fara frá tykkum, eg eri hjá Faðirinum í Himli og biði fyri tykkum, eg biði fyri teimum máttleysu, biði fyri tykkara veiku trúgv, biði, at tit skulu megna at bera evangeliið út til øll menniskju. Gloymið ikki at tala hvør við annan um, at eg komi aftur og taki tykkum til mín. Eg síggi til, at tit fáa ein bústað, so óttist ikki. Hjá mær er eingin harðskapur, eigin svíkagerð, eingin maktgirnd." - úr LMF og Sunnudagsblaðnum Effie Campbell umsetti.