Skiparin: Hurðarnar eru nú stongdar

Myndir07-12-2017 - 16:16 - Jóanis Albert Nielsen
Skiparin umborð á Norrønu segði fyri løtu síðani, at manningin hevur nú tikið avgerð um at steingja hurðarnar út á dekki, tað er fyri at fólk ikki skulu fara út á dekki nú ódnin hevur rakt Hetland.

Norrøna hevur annars kroka í allan dag, og veðrið hevur verið fínastaslag, men fyri eini løtu síðani brast ódnarveðrið eisini á leiðina har Norrønu krokar.

Skiparin segði fyrr í dag, at Norrøna byrjar at sigla móti Danmark klokkan 6 í morginárini.