Mynd: MarineTraffic.com

Skiparin á Kapitan Sulimov fekk dóm í farnu viku

vinna08-03-2018 - 22:54 - Jóanis Nielsen

Kapitan Sulimov kom á Sund 14. juli seinasta summar við fýra deyðum monnum. Staðfest varð, at menninir doyðu av koliltueitran. Hana fingu teir, tá eldur var í pakkingardeildini.

Kapitan Sulimov var til fiskiskap í altjóða sjógvi tætt norðanfyri føroyska markið, tá ið vanlukkan hendi.

Skiparin fekk í farnu viku dóm. Hann skal inn at sita í 4 ár, og harafturat kann hann ikki mynstra sum skipari aftur fyrrenn um 7 ár.

Skiparin er 55-ára gamal í dag, so hann fer neyvan aftur til skips.