Skervsølan á Sandoynni farin fyri bakka

06-11-2018 - 09:30 - Jóanis Albert Nielsen

Um dagarnar frættist, at Landsverk ongan skerv hevur at selja í Sandoynni.

Byggifyritøkur og entreprenørar eru komin í dýrastu neyð, av tí at Landsverk er givið at selja skerv og gróttilfar í oynni.

Landsverk hevur veitingarskyldu, og skal sambært fíggjarlógini hava tilfar tøkt í Sandoynni at selja, men sum ikki einaferð so gongur landið á odda við at niðurlaga veitingar og tænastur í Sandoynni.

Hendan støðan er fullkomiliga ótolandi, har kommunur ikki fáa tilfar til at gera útstykkingar, ikki fáa tilfar at bøta vegir við, og har privatfólk ikki fáa tilfar í oynni til nakað sum helst.

Meðan partar av landinum koyra við fullari ferð, byggja og spreingja fyri milliardir, hevur landið nú ikki eingong skervsølu í Sandoynni. Hetta er undir alt lágmark, og verður ikki góðtikið.

Løgmaður fyrisitur í løtuni Landsverk, og tí krevja borgarstjórarnir í Sandoynni, at Løgmaður finnur eina loysn á hesum máli beinanvegin, so at tilfar aftur verður at fáa í Sandoynni.

At dúva uppá at føra alt tilfarið við Teistanum um fjørðin í framtíðini er ørt í høvdinum, tí oyggin stendur frammanfyri stórum útbyggingum, sum koma at krevja nógv gróttilfar. Millum annað fer Bakkafrost at byggja í oynni, tunnilin fer í gongd í komandi ári, og útstykkingar eru í gongd í oynni. Harumframt er longu sum er, sera trupult at fáa fisk til virkingar í oynna, tí kapasiteturin um fjørðin er so lítil, nú Teistin ikki tekur líka nógva vekt inn á dekkið sum hann hevur frammanundan.

Tí má Landsverk fáa boð frá Løgmanni beinanvegin um at rætta uppá hesa støðu, og aftur fara at føra skerv og annað tilfar við grótbátum í oynna, og hava eitt úrval í Sandoynni sum gerð tað møguligt hjá okkum í Sandoynni at byggja út á sama hátt sum aðrastaðni.

Borgarstjórarnir í Sandoynni

Brandur Sandoy

Gerhard Lognberg

Brynhild Sørensen

Linjohn Christiansen