Skelkað eftir at hava ringt 112

06-10-2019 - 21:22 - Jóanis Albert Nielsen

Fyrradagin ringdi Helena Heðinsdóttir Jørgensen úr Sørvági til 112, men hon er skelkað av hendingini.

Helena skrivar á Facebook:

Í dag kom eg í eina støðu, har eg valdi at ringja 112.

Kl. 19 koyri eg á vatnavegnum. Á strekkinum millum Vatnsoyrar og flogvøllin síggi eg eina kvinnu standa uppi yvir einum manni, ið liggur við síðuna av høvuðsvegnum. Eg steðgi bilinum og renni yvir fyri at vita, um tey hava tørv á hjálp. Maðurin er ávirkaður av rúsdrekka, men er við vit. Hann klárar ikki at flyta seg og sigur seg hava ligið har leingi. Eg og kvinnan vita ikki, hvat vit skulu gera og halda tað vera best atringja 112. Eg ringi og greiði manninum í horninum frá støðuni. Hann spyr ikki nógvar spurningar, men sigur, at tey ikki kunnu gera so nógv við tað. Einaferð sigur hann ”Altso… tú veitst, at tú hevur ringt til alarmsentralin ha?” JA! Sjálvandi veit eg tað. Eg ringi, tí eg ikki veit, hvat eg skal gera, maðurin er kaldur, og vit eru bangnar fyri at hann kann hava fingið skaða í ryggin ella annað álvarsligt. Samstundis er tað skýmligt, og maðurin er ikki lættur at bera eyga við tætt at høvuðsvegnum. Maðurin frá alarmsentralinum spyr meg, um eg veit navnið á tí manninum eg ringi um. Tað geri eg og sigi honum navnið. Svarið er umleið soleiðis: ”åh hann, ja… Hann kemur altíð út fyri onkrum sovorðnum. Tað er ikki nógv at gera uttan at lata hann liggja.”
Hetta skelkaði meg. Eg og hin kvinnan standa í eini støðu, har vit ikki vita, hvat vit skulu gera. Fleiri fólk koma til og ætla sær eisini at ringja 112. Maðurin sjálvur kann heldur ikki hava tað serliga gott. Tað endar við, at maðurin í horninum sigur, at hann skal vita um onkur patrulja er á vegnum, sum kann hyggja til mannin. Har endar samtalan. Ein lækni koyrir tilvildarliga framvið, steðgar og fær sett manninum, ið liggur har røttu spurningar og givið vegleiðing. Eg síggi, at ein sjúkrabilur koyrir við Vatnsoyrar og kenni meg tryggari, tí nú kann onkur annar, ið veit betur enn eg taka ábyrgdina.
Orsøkin til, at eg skivi hetta er, at eg føldi meg hjálparleysa í eini støðu, har eg ikki átti at veri tað. Eg eri kedd um, at hvørki eg ella maðurin, ið tørvaði hjálp vóru tikin í álvara. Eg føldi meg býtta at hava ringt 112, men gjørdi eftir bestu sannføring. Hendan upplivingin hevur við sær, at næstuferð eg standi í eini støðu, har eg umhugsi at ringja 112, lati eg kanska vera.
Eg havi roynt at funnið fram til rætta staðið at senda hesi boðini, men uttan eydnu. Eg vóni at tey, ið arbeiða á økinum taka hetta til sín og hugsa um støðuna hjá tí, ið ringir. Tað er ikki fyri stuttleika, at eg valdi at ringja til júst tín og biðja um tína hjálp í dag.