Skeið fyri nevndarlimum

mentan07-11-2017 - 13:01 - Jóanis Nielsen

Føroya Handverkarafelag skipar javnan fyri skeiðum fyri nevndarlimum í lokalfeløgunum,og aftur týsdagin í farnu viku, 31. oktober, vóru allar nevndirnar í lokalu feløgunum undir Føroya Handverkarafelag á skeiði, har hesi evni vórðu umrødd:

·Starvssetanin (munur millum starvssetan á privata arbeiðsmarknaðinum og hjá landi/kommunum),
·Tíðaravmarkað starvssetan,
·Sjúka og onnur frávera,
·Lønarkrøvini (serliga um yvirtíðarløn og passivitetur – nær hava vit rætt til yvirtíðarløn?),
·Frítíðarlógin,
·Arbeiðsskaði og vinnusjúka,
·Tá handverkari sigur seg úr starvi,
·Tá arbeiðsgevari sigur handverkara úr starvi,
·Munur á reglunum um uppsøgn, alt eftir um talan er um starv hjá privatum arbeiðsgevara ella hjá landi/kommunum,
·Tænastubrot og burturvísing.

Páll Nielsen, avokatur, stóð fyri skeiðnum.

Føroya Handverkarafelag leggur stóran dent á, at nevndarlimir í meginfelagnum og í lokalfeløgunum eru væl kunnaðir um sáttmálaviðurskifti og galdandi lógir á arbeiðsmarknaðinum, tí tað styrkir nevndarlimirnar í teirra dagliga arbeiði fyri feløg og limir.