Skapanargudstænasta í gjónni við Gjógv

mentan07-08-2018 - 16:37 - Jóanis Nielsen
SKAPANARGUDSTÆNASTA Í GJÓNNI VIÐ GJÓGV við kór- og einsongi, urgu- og horntónleiki.
Sunnudagin – 10. sunnudag eftir tríeindardag – hin 5. august kl. 16 var gudstænasta hildin í Gjónni við Gjógv.

Hetta er triðja árið á rað at skipað hevur verðið fyri hesi serligu gudstænastu. Hini bæði árini hevur undirtøkan verið framúr góð, og veðrið hevur verið til vildar. Tað sama má sigast um undirtøkuna og veðrið í ár.

Sum nakað nýtt í ár ringdi kirkjuklokkan, meðan prestur varð skjútsaður inn í Gjónna.

Eiðis ljómfelag við øðrum spældi undir gudstænastuni undir leiðslu av Oddi Hentze, m. a. inn- og útgangsspæl (præ- og postludium).

Umframt til felagssálmasangin sang Felagskór (Vestmanna sangkór og Eystanljóð), stjórnað av Benjamin Gaasedal, eisini ein sang og ein sálm undir gudstænastuni. Harafturat sang Elsa Súsanna Dalsgarð, alt-solo, einsong.

Urguleikari varð Gudmund Mortensen, dómorganistur í Havnar kirkju – dómkirkjuni.
Emil Olsen, sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi, sum Gjáar sókn eisini er ein partur av, var liturgur og helt prædikuna.

Fjøld av fólki hevði leitað sær til Gjáar, og stúgvandi fult av fólki var til gudstænastuna. Veðrið var til vildar, og øll sóu út til at vera bæði glað og væl nøgd. Ein væleydnað løta.

Gudstænastan verður sjónvarpað 15. sunnudag eftir tríeindardag hin 9. september.

Viðmerking:Tó at skapanarsunnudagurin (grøni sunnudagurin, har dentur verður lagdur á náttúru og umhvørvi) í Hini føroysku fólkakirkjuni er settur at vera fyrsta sunnudag í september mánaði, varð kortini hildið hóskandi at halda hesa gudstænastu sum eina skapanargudstænastu, við tað at hon varð hildin í náttúrunnar katedrali – Gjónni við Gjógv.

Sálmar: 25 – 29 // 1 (sum sálmvers eftir ápostólsku signingina – øll versini) – 669 – 403.

Inngangskollekt

Latum okkum øll biðja!

Harra, vár Guð, himmalski faðir, tú, sum skapað hevur allar lutir, himmal og jørð, havið og alt, sum í teimum er, alt tað, sum livir og andar á foldum, og í veldi tínum heldur øllum livandi og alheiminum uppi. Vit biðja teg, tú, sum hevur sett okkum at umsita náttúruna og allar gávur tínar, hjálp okkum at kenna ábyrgd fyri hvør øðrum og øllum skapanarverki tínum, so at vit umsita gávur tínar rætt, og ikki í sjálvsøkni, egingirnd og havisjúku misbrúka og oyðileggja tað, sum tú hevur skapað, men fara væl um náttúruna og umsita hana á skynsaman hátt til gagns fyri øll menniskju og alt livandi, djór og allan vøkstur fyri einborna son tín, Jesus Krist, váran Harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur og ævir allar! Amen.

Prædika: Lít á Guðs umsorgan.
Tekstir: Sl. 8,2 og 4-10; Matt. 6,25-34.

Í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans. Amen.

“Hvat merkir tað at hava ein Guð, ella hvat er Guð?” spyr trúbótarmaðurin, Martin Luther, í stóru lærubók síni, og hann gevur sjálvur svarið:”Ein Guð merkir ella nevna vit hann, sum vit vænta okkum alt gott frá, og sum vit kunnu venda okkum til og søkja skjól hjá í allari neyð.”

Og í prædikutekstinum heitir Jesus á okkum um ikki at stúra fyri okkara jarðiska lívi, men heldur líta á Guðs kærleika og umsorgan.

“Hyggið at himmalsins fuglum,” sigur hann, “Gevið tykkum far um liljurnar á markini. Legg tó til merkis, hvussu Guð hevur umsorgan fyri skapanarverki sínum. Eru tit ikki mikið meir verdir enn fuglar, liljur og grasið á markini, sum bert stendur eina stutta tíð og so følnar? Tá ið nú Guð soleiðis klæðir grasið, man hann tá ikki mikið meir klæða tykkum, tit fátrúnu?”

Men beinanvegin er okkurt í okkum, sum mótmælir. Er hetta ikki ábyrgdarleyst? Er so einki annað at gera enn at lata Guð syrgja fyri okkum og annars ganga um sum letingar? Soleiðis hevur onkur skilt hesi orðini, sum maðurn, ið var komin til umvendingar, og við sínum sterka álitið á Guðs umsorgan setti døgurðapottin út í túnið, tí at Guð vildi syrgja fyri restini.

So ótrúligt, tað ljóðar, er hetta ein sonn søga um ein annars vanligan mann. Hetta var sjálvandi ein stór misskiljing og gekk sjálvsagt ikki. Men soleiðis kann tað eisini henda ta fyrstu tíðina í eini østari veking, sum er farin av kós, at menniskju læsa seg føst í ávísum skriftstøðum – rivin úr samanhanginum.

Øðrvísi var við honum, sum arbeiddi í urtagarði sínum. Presturin kom framvið, heilsaði uppá mannin og segði:”Várharra hevur ríkiliga vælsigna teg við einum vøkrum urtagarði.” Maðurin svaraði:”Tá skuldu tygum sæð garðin, tá ið Várharra var einsamallur um hann!”

Vit skulu sjálvandi gera okkara gerning. Rætt er tað, at Guð hevur umsorgan fyri okkum, men vit eru eisini sett til at hava umsorgan fyri tí, sum Guð hevur litið okkum til, sum vit lesa í einum finskum versi:

Guð gevur bøin, men ikki plógvini;
Guð gevur okkum kelduna, men ikki ílatið;
Ein og hvør á hesum foldum
má sjálvur spinna við egnari hond,
sjálvur hugsa við egnum høvdi
og sjálvur skapa.

Kortini koma vit ikki uttan um hesi orðini:”Stúrið ikki fyri lívi tykkara! Stúrið ikki fyri degnum í morgin!”

Vit mugu viðganga, at tað ljóðar sum ein dreymur: eitt lív uttan stúran og ótta. Tað er so rótfest í okkum menniskjum at spyrja, hvussu tað nú man fara at gangast við hesum og hasum. Mangt er at hugsa um. Og alt eftir hvørjum umstøðum vit liva undir, kunnu spurningar koma, eitt nú:”Hvussu verður við arbeiðinum, inntøkuni? Hvussu við heimssamfelagnum? Yvirganginum? Yvirupphitingin av jørðini? Dálkingini? Matinum? Heilsuni? Samfelagsbúskapinum?

Vit verða í fjølmiðlunum fóðrað bæði við einum og øðrum, sum, í hvussu so er hjá summum, skapar stúran og ótta og hjá øðrum eina ávísa órógv.

Ella tá ið menn fara til bjarga ella á fjall í brattlendi har illgongt er. Hvussu man fara at gangast? Koma allir heilskapaðir heimaftur? Ella tá ið menn fóru til til skips og til útróðrar eisini hiðani úr Gjónni, serliga fyrr, tá ið førini ikki høvdu teir hentleikar sum nú. Mundi tá ikki stúranin somuleiðis bylgjast mongum í barmi, og bøn verða send upp til Guðs um at alt mátti vignast væl, og at teir máttu koma heimaftur í øllum góðum?

Tað vóru teir, ið fórust í hesum yrki ella ikki komu afturíaftur, sum eisini Gjáar søga veit frá at siga, og sum Anne Mette prestur nam við í prædiku síni her í fjør.

Tí skal sigast, at Jesus ikki ber okkum hesi orð um ikki at stúra, tí at einki er at stúra fyri, ei heldur fyri at vit kunnu vera líkasæl og einki leggja í at vera nærløgd, við ídni vinna til lívsins uppihald og gera okkara samfelagsskyldu.

Sjálvandi skulu vit hava umsorgan fyri tí, sum er litið okkum til. Teir fuglar, sum Jesus vísir okkum á, hava so sanniliga eisini sítt arbeiði. Sjálvt um teir hvørki sáa ella heysta ella bera saman í løður ella gera annað arbeiði, eins og vit menniskju, so mugu teir kortini breiða út veingir sínar og leita sær føði.

Skilt á henda hátt tekur Guð ikki stúranina og óttan frá okkum. Tað kunnu vera ymiskar skyldur og uppgávur í dagliga yrki okkara, sum kunnu fáa okkum í døpurhuga og valda høvuðbrýggj. Og tað má vist soleiðis vera til tíðir, um nøkur ábyrgdarkensla er í okkum.

Vit kunnu siga, at kann vera at Guð ikki tekur alla stúran frá okkum, men hann kann taka frá okkum tað óttafullu stúranina, um vit kunnu kalla tað so. Tað stúran, sum læsir okkum føst, so at vit ongan glotta hóma og gerast virkislamd.

Og hetta eru ikki bara tóm orð, tí milliónir av menniskjum hava sannað, at tá ið ringast visti við, tá ið støðan var vanlukkulig, og ódnarstormarnir leikaðu og dundu ímóti lívshúsi teirra, so at tað ridlaði og var um at syndrast, tá var tó Guð teimum nær og gav teimum uppreisn, ljós og vón. Hann var teimum til troystar og veitti teimum linna.

Hetta sannaðu eisini mangir av forfedrum okkara. Tí leitaðu teir til hansara – eisini tá ið vanlagnan rakti. Hann er altíð til staðar við kærleika, hjálp og umsorgan, eisini tá ið vit hava ilt við at síggja tað, og hann tykist fjaldur fyri okkum.

Tá ið sluppirnar, Nólsoyggin (Nólsoy) og Neptun, fórust í 1934, skrivaði fyrrverandi sýslumaðurin í Vestmanna, Gunnar Dahl-Olsen, hesi orðini:”Eingin rætti teimum hond á deyðastund. Eingin móðurhond streyk soninum yvir ennið. Eingin kysti tær blánaðu varrar ........Havið hevur fevnt teir........” (Dimmalætting 29.05.1984).

Men vit kunnu tó leggja afturat hesum orðunum hjá Gunnari Dahl-Olsen:”Um eingin menniskja rætti teimum hond á deyðastund, so gjørdi Guð tað. Um eingin móðurhond streyk soninum yvir ennið, so gjørdi Guð tað. Um eingin menniskja kysti tær blánaðu varrar, so gjørdi Guð tað.”

Og Jákup Dahl, próstur, segði í eini prædiku, sum hann helt í hesum sama viðfangi:”Havdýpið hevur fevnt teir. Men vit leggja afturat: Guðs náðidýpi hevur fevnt teir. Væl er havdýpið stórt og djúpt; men Guðs náðidýpi er størri og djúpari........Tá ið sorgaraldurnar ganga síðar í hjartadýpinum, tá ið neyðar- og trongdarsjógvarnir bróta stórir á lívshavinum, tá kemur Jesus gangandi á vatninum og sigur:”Havið gott treyst, óttist ikki, tað eri eg.”” (Dimmalætting 29.05.1984).

Guðs náðiljós hvílir altíð á okkum og lýsir fyri okkum. Hann er altíð hjástaddur.

Guð vil gera okkum frí frá teimum óttafullu stúranum og hugsanum um alt tað, sum vit kortini ikki kunnu gera nakað við, tí at tað liggur í Guðs hond.

Í staðin vil Jesus hjálpa okkum til at venda hugi okkara at tí, sum vit veruliga kunnu gera nakað við hvør í sínum lagi. Hvør hevur sítt, sum hann ella hon kann hugsa um, har ímillum at fara væl um skapanarverkið, so at vit ikki í egingernd og havisjúku við løtuvinningi fyri eyga oyðileggja allan vøkstur og lív í náttúruni, men fara væl um tað tilfeingi, sum er litið okkum til – bæði á sjógvi og á landi.

Her hava vit eina felags ábyrgd og kunnu ikki umbera okkum og siga:”Eg megni, ella vit megna so lítið, vit eru so fáment, at tað ger hvørki frá ella til, hvat ið vit gera. Tað ger ongan mun, tí er ikki neyðugt hjá okkum at gera nakað. Latið tey størru londini fáast við slíkt. Tey hava størri ávirkan.”

Hetta er ókristiligur hugsanarháttur, tí at tað er ein partur av kristnu lívsvirðunum at fara væl um skapanarverkið. At háða og niðra henda gerning í tí smáa hoyrir ongastaðni heima. Tað byrjar jú við hinum einstaka. Tað snýr seg um rættan hugburð, og saman við øðrum kunnu vit útinna nógv.

Vit hava fingið skapanarverkið til láns frá Skapara okkara, og tað skal latast komandi ættarliðum – vónandi í liviligum standi.

Og so skulu vit ikki hoyra hesi orðini um ikki at stúra sum eini harraboð, og so kenna tað sum stein oman á byrðu, at um vit stúra, eru vit ikki Guðs børn. Men vit skulu heldur hoyra hesi orðini sum eini gleðiboð. Ein er, sum eg altíð kann koma til við øllum tí, sum bylgist í mær, sum Pætur ápostul sigur:”Kastið alla sorg tykkara á hann (Guð); tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum.” (1. Pæt. 5,7).

Martin Luther segði einaferð:”Eg havi ein prædikant, sum eg haldi meira av enn nøkrum øðrum prædikanti: tað er mín lítli og tami bringureyði, sum prædikar fyri mær hvønn dag. Eg leggi nakrar breyðmolar í vindeygakarmin, serliga um náttina. Hann kemur til vindeyga, tá ið hann vil hava mat, og fær sær so mikið, sum honum tørvar. Síðani flýgur hann upp í eitt træ nærhendis, lyftir upp rødd sína til Guðs og syngur sín lovsong í tøkk, stingur síðani lítla nev sítt undir veingin, sovnar og svevur sín søta svøvn og letur morgindagin syrgja fyri sær sjálvum, tí hvør dagur hevur nóg mikið í síni plágu. Mín bringureyði er tann besti prædikanturin, eg havi á foldum. Hann lítur á Guð og væntar alt gott frá honum, og tekstur hansara er:“Himmalski faðir tykkara veit, at tykkum tarvast alt slíkt.””

Æraður veri faðirin og sonurin og heilagi andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð, og um allar ævir! Amen.

Heilagi faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.

Kirkjubøn við faðirvár

Latum okkum øll biðja!

Lovaður veri tú, heilagi, ævigi, alvaldi Guð og faðir, alheimsins skapari, fyri alt skapanarverk títt.
Vit takka tær fyri allar gávur tínar; fyri vakurleikan og undursemi í handaverki tínum; fyri jørð, hav og himmal; fyri hin æviga heimin, sum streymar ígjøgnum henda heim; fyri spírandi plantur og allan vøkstur; fyri alskyns djór og himmalsins fuglar; fyri føði og skjól; fyri son tín, sum tú sendi til tess at endurreisa alheimin og endurskapa mynd tína í okkum.

Vit viðganga fyri tær, at vit ikki virða gávur tínar, sum vit áttu. Vit fara av leið og eru vilja tínum ólýðin. Vit svíkja teg og ta ábyrgd, tú hevur givið okkum at varða um náttúruna og alt tað, sum tú hevur skapað. Vit hava í sjálvsøkni og við løtuvinningi fyri eyga misrøkt skapanarverk títt og hava dálkað land, luft og hav.

Tí biðja vit teg, miskunnsami faðir, fyrigev okkum misgerðir okkara og ver okkum náðigur.

Vit biðja fyri teimum felagsskapum og einstaklingum, sum stríðast fyri at avmarka dálking og aðra oyðilegging av tí skapanarverki, sum á tíðarinnar morgni var reint og fullkomið.

Vit biðja fyri heimsins leiðarum, gev teimum vísdóm og umhugsni, fyrilit og mót til at varða um jørðina og alt livandi, plantur og allan vøkstur, menniskju og djór. Gev teimum og okkum øllum at hugsa um komandi ættarlið.

Hjálp okkum at síggja skapanarverkið sum tína ogn, ið er latin okkum til láns – eitt lán, vit einaferð skulu lata eftirkomarum okkara.

Gev kirkju tíni mót og megi til at tala at, har ið órættur og egingirnd valda alheiminum at skaða.

Vit biðja teg at dagur má koma, tá ið virðingin og ærufryktin fyri øllum tí skapaða verður ein natúrligur partur av allari mannahugsan og atferð.

Tí at himnarnir boða skaparans dýrd; jørðin boðar almátt Guðs; havið boðar mekt og mæti Harrans; og hvør likamligur og andligur skapningur boðar stórleika Guðs um aldur og ævir allar!

Faðir vár, tú sum er í himlunum.............................................................................................Amen!

Útgangskollekt
Latum okkum øll biðja!

Harra, vár Guð, himmalski faðir, tú, sum vælsignar arbeiði okkara og gevur okkum dagligt breyð. Vit biðja teg, vek upp hjørtu okkara við heilaga anda tínum, so at vit ikki í sjálvgóðsku bert hugsa um eginvinning, men við gleði og gávumildni geva øðrum menniskjum lut í tí, sum tú vælsignar okkum við, og soleiðis roynast trúgvir húshaldarar yvir tínum margfaldu gávum, fyri einborna son tín, Jesus Krist, váran Harra, sum við tær livir og ræður í einleika heilaga andans, ein sannur Gud um aldur og ævir allar! Amen.

Fleiri myndirher: