Skandinaviska finalan er liðug og Meme Team frá Skúlanum við Giljanesi vunnu steyp fyri 3. pláss

mentan28-11-2020 - 20:17 - Jóanis Nielsen

Skandinaviska finalan er liðug og Meme Team frá Skúlanum við Giljanesi høvdu fleiri flott avrik í kappingini. 764 lið úr Danmark, Noreg, Svøríki og Føroyum vóru meldaði til kappingina og í dag hittust 38 av hesum liðum í finaluni.

Meme Team úr Føroyum er tað liðið í Skandinavia, sum hevur megnað at fingið flest stig í robottkoyring, nevnliga 440 stig.
Tey komu við í fjórðingsfinaluna.
Meme Team vunnu steyp fyri 3. pláss í verkætlanin. Til lukku!
Meme Team vóru eisini millum nomineraðu liðini til høvuðssteypið. Meme Team var sostatt millum 3 tey bestu liðini í samlaðu Skandinavisku finaluni í dag.

 
Flott avrik! Hjartaliga til lukku til tykkum á Meme Team!!