Skaale: - Ríkið og Danmark er hvør sítt

Politikkur29-10-2018 - 19:01 - Jóanis Albert Nielsen

- Tað ljóðar rættiliga banalt, men tað er púra avgerandi at orða seg rætt í lóggávu. Hetta hevur tíverri ikki eydnast altíð, og fleiri føroyingar eru komnir í trupulleikar av hesum, sigur javnaðartinglimurin, ið vil hava stjórnina at áseta greiðar reglur á økinum.

Vendingarnar ”her i landet” og ”her i riget” eru nógv brúktar í danskari lóggávu. Ofta verða tær brúktar, tá ið krøv skulu setast til eitt ávíst tilknýti til landið ella ríkið. Ella tá ið áramálstreytir skulu setast fyri, hvussu leingi ein borgari skal hava verið búsitandi í landinum ella ríkinum, áðrenn viðkomandi hevur rætt til ávísar veitingar.

- Vit hava upplivað, at føroyingar hava mist rættin til sosialar veitingar tí lóggávuvaldið av misgávum hevur brúkt skeiva vending. Onki ynski hevur verið um at raka føroyingar ella gera støðu teirra verri. Vilji hevur eisini verið til at broyta lógina, men tað vísir seg bara at taka fleiri ár at koma á mál við lógarbroytingum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Fyrr í hesum mánaðinum bað javnaðartinglimurin tí stjórnina greiða frá, hvussu hesar vendingar skulu skiljast. Fríggjadagin svaraði løgmálaráðharrin, at ongar leiðreglur eru fyri hesum, og tí veldst rættarstøðan um tulkingina av einstøku lóggávuni.

- Rúm fyri tulking er ofta gott og púra neyðugt. Men tað skal ikki vera ein møguleiki í mun til vendingar, sum vit øll eiga at kunna semjast um. Eg havi sæð eitt heilt ítøkiligt mál um rættin til pensjón, har hetta elvir til trupulleikar. Myndugleikin tulkar eitt krav um bústað ”her i riget” í eitt ávíst áramál, sum eitt krav um, at viðkomandi skal hava búð øll árini í Danmark. Tað er møguliga rætta tulkingin, men tað er í øllum førum ikki vanliga fatanin av hesari vending. Og tí er tað ikki haldbart.

- Bæði yvirskipað og ítøkiligt er neyðugt at gera hetta greiðari. Javnaðarflokkurin hevur altíð møtt vælvild frá stjórnini, tá ið vit kunnu grundgeva skilagott fyri okkara søk. Tað havi eg eisini eina vón um fer at bera til í hesum føri, sigur Sjúrður Skaale.

Javnaðartinglimurin hevur sett stjórnini tveir spurningar um málið. Tann fyrri skal fáa greiðu á, um stjórnin vil loysa yvirskipaða trupulleikan, meðan tann seinni skal lýsa støðuna á einum ítøkiligum lógarøki:

1.Har regeringen til hensigt at formulere faste retningslinjer for, hvad der i lovgivning og anden retlig regulering skal forstås ved stedlige henvisninger som ”her i landet” og ”her i riget”?

Skriftlig begrundelse: Ministeren oplyser i sin besvarelse af 26. oktober 2018 til Færøudvalget (spørgsmål nr. 1 (Alm. del)), at der ikke er retningslinjer for, hvorledes sådanne stedlige henvisninger skal forstås, og at svaret ”således altid [vil] bero på en konkret fortolkning af den relevante lovgivning”. Dette forekommer ganske uhensigtsmæssigt, idet der findes flere eksempler på at både lovgiver og myndigheder ikke er tilstrækkelig opmærksomme på, at der er tale om en meget væsentlig sondring. En forkert formulering eller fortolkning kan således føre til, at borgere fra Færøerne og Grønland utilsigtet bliver afskåret fra ydelser eller rettigheder. Det viser sig navnlig at være et problem, som kan opstå ved formuleringen eller anvendelsen af såkaldte optjeningsprincipper. Justitsministeren bedes derfor oplyse, om regeringen har til hensigt at skabe klarhed på området, eksempelvis i en kommende revision af Vejledning om lovkvalitet eller i interne retningslinjer for ministeriets lovtekniske gennemgang av alle lovforslag.

2.Pensionsloven har omkring 20 stedlige henvisninger til ”her i landet” og ”her i riget”. Kan ministeren bekræfte, at disse henvisninger skal forstås henholdsvis som henvisning til Danmark og til Danmark, Færøerne og Grønland, jf. justitsministerens besvarelse af 26. oktober 2018 til Færøudvalget (spørgsmål nr. 1 (Alm. del))?