Sjúrður spyr um Ríkisfelagsskapin og grundlógina

politikkur20-03-2017 - 11:02 - Jóanis Nielsen

Føroyska umsóknin farna vetur um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum varð ikki gingin á møti. Ein orsøk var, at grundlógarstøða Føroya innanfyri Ríkisfelagsskapin mátti avklárast. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, hevur nú biðið stjórnina leggja hesa avkláring fram.

Tá formansskapurin í Norðurlandaráðnum 28. november viðgjørdi spurningin um fullan føroyskan limaskap førdu umboð fyri nøkur lond fram, at sjálvur Norðurlandaráðsins stovingarsáttmáli – Helsingfors-sáttmálin – má broytast, um Føroyar skulu hava fullan limaskap. Tí bar ikki til at svara játtandi uppá umsóknina.

Onnur førdu fram, at viðurskiftini millum Danmark og Føroyar innanfyri ríkisfelagsskapin og grundlógina máttu greiðast, áðrenn støða kundi takast til spurningin.

- Spurningurin um fulla føroyska limaskapin kemur aftur upp, tá Norðurlandaráðið hevur fund í Stockholm 3. og 4. apríl. Tí hevur tað týdning at fáa greiðu á seinna spurninginum, sigur Sjúrður Skaale.

Frá føroyskari síðu verður ikki hildið, at ríkisfelagsskapurin er ein forðing fyri fullum føroyskum limaskapi.

Men hvat sigur danska stjórnin? Tað hevur Sjúrður Skaale biðið um svar uppá við einum spurningi á Fólkatingi.

Spurningurin til stjórnina er soljóðandi:

”Kan ministeren oplyse, om og i givet fald hvorledes ”forholdet mellem Danmark og Færøerne inden for Rigsfælleskabet, dvs. Grundloven” er afklaret i forhold til spørgsmålet om fuldgyldigt færøsk medlemskab af Nordisk Råd, jf. referat af Nordisk Råds Præsidies møde af 28. november 2016, pkt. 141/16 og 142/16, hvor bl.a. Færøernes ønske om fuldgyldigt medlemskab af Nordisk Råd blev behandlet?”