Sjúrður Skaale - Tjóðveldi á sambandskós

politikkur08-02-2019 - 12:02 - Jóanis Nielsen

Tjóðveldi vil gerast partur av donskum samgongusamráðingum eftir fólkatingsvalið. Tað verður eitt veldugt afturstig fyri føroyskt sjálvstýri

Tríggir av teimum fýra norðuratlantiskum flokkunum, sum eru umboðaðir á Fólkatingi – allir uttan Javnaðarflokkurin – hava nú boðað frá, at teir ikki vilja peika á nakran forsætisráðharra áðrenn næsta val. Í staðin vilja teir stuðla tí, sum vil geva Føroyum ella Grønlandi størst rættindi. Og hvør tað er, skal finnast fram til í samráðingum eftir valið.

Hetta merkir, at um hvørki reyði ella blái blokkur í Danmark hava 90 tinglimir tá talt er upp, so kann eingin stjórn skipast fyrr enn bæði Mette Frederiksen og Lars Løkke Rasmussen hava tingast við norðuratlantisku limirnar. Tann, sum bjóðar mest, fær hesar limir í sín part, og harvið stjórnarvaldið.

Eg havi samanborið tað við, at ein setir sítt tilknýti á Fólkatingi á uppboðssølu og selir til tann, sum bjóðar mest. Onkur er farin longur og sagt, at tað minnir um eina politiska gíslatøku.

Tað, sum ger viðurskiftini enn meira løgin er, at eingin av teimum trimum hevur boðað frá júst hvat tað er, tey krevja. Tað verður ikki kunngjørt fyrr enn eftir valið, skilst. Øll tilgongdin at skipa stjórn í Danmark verður sostatt ógvuliga kaotisk.

Sosialdemokratisk familja

Eg eri spurdur, hví Javnaðarflokkurin – sum tann einasti – ikki hevur boðið seg fram sum tann, ið skal krýna næsta forsætisráðharra.

Vit hava haft sera gott samstarv við verandi borgarligu stjórn. Hví so ikki bjóða okkum til at stuðla henni eftir valið, um vit fáa nóg mikið fyri tað?

Ein høvuðsgrund er sjálvsagt, at javnaðarhugsjónin er størri ennn nakað land. Javnaðarflokkurin hoyrir til ta norðurlendsku, sosialdemokratisku familjuna. Tað hevði verið illoyalt at stuðlað eini borgarligari stjórn.

Men okkara avgerð byggir eisini á virðing fyri bæði tí føroyska og tí danska fólkastýrinum.

Trý ymisk lond

Tað er grundlógin frá 1953 sum ásetir, at tveir fólkatingslimir skulu veljast í Føroyum. Tað er framvegis rætt at gera tað, tí enn umsitur danska stjórnin sentral øki sum verju, rættarskipan og annað.

Men grundlógin sigur eisini hetta: "Der kan ved lov gives særlige regler om færøske og grønlandske folketingsmandaters ikrafttræden og ophør."

Hetta stendur helst í grundlógini, tí fólk hava sæð fyri sær, at Danmarkar Ríki kundi flyta seg frá tí eindarstati, sum tað var í 1953. Og tað er júst tað, sum er hent. Ríkisfelagsskapurin er í dag nakað heilt annað, enn hann var, tá Fólkatingið viðtók lógir, sum fingu beinleiðis gildi í Føroyum.

Nú fær eingin lóg gildi í Føroyum uttan so, at okkara parlament - Løgtingið – hevur samtykt tað. Í millumtjóða viðurskiftum røkja vit eisini í flestu førum egin áhugamál. Vit hava egnan búskap, og tey, sum velja føroyingar á Fólkating, rinda tí ikki skatt í Danmark. Ein avgerandi grundregla í fólkaræðinum er sostatt ikki til staðar, tá føroyingar velja fólkatingsumboð: Nevniliga at veljarar og skattgjaldarar eru somu persónar.

Okkara veljarar merkja hvørki tær fíggjarligu ella tær politisku avleiðingarnar av tí mesta av tí, sum verður viðtikið á Fólkatingi.

At føroyingar hava vunnið sæt so víðfevnt sjálvstýri hevur havt við sær, at yvirskipaðu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark ikki verða avtalað millum danskar myndugleikar og føroyskar fólkatingslimir, men millum stjórnirnar í báðum londunum. Tað er jú Landsstýrið, sum er ovasta umboð fyri okkara demokratisku skipan. Tað eru ikki teir báðir fólkatingslimirnir.

Veruleikin í dag er, at Føroyar hava nærum fult sjálvstýri. Grundarlagið undir ásetingini í grundlógini sum sigur, at tveir limir til danska parlamentið skulu veljast í Føroyum, er sostatt nógv viknað.

Hetta krevur av okkum, at hóast vit formliga og juridiskt hava júst somu rættindi sum aðrir fólkatingslimir, so eiga vit politiskt at umsita sessirnar á Fólkatingi í samsvari við tann nýggja veruleikan: Nevniliga at ríkisfelagsskapurin nú er ein felagsskapur av ymiskum londum við ymiskum politiskum skipanum.

Skeivt móti Danmark

Tað er ikki ósannlíkt, at tann komandi danska stjórnin má samráða seg fram til stuðul frá einum ella fleiri norðuratlantiskum fólkatingslimum.

Hetta verður ein trupulleiki fyri danska fólkaræðið, tí tað hevur við sær, at fólkatingslimir, hvørs veljarar ikki rinda skatt í Danmark og næstan ikki eru fevndir av Fólkatingsins lóggávu, fara at fáa heilt avgerandi ávirkan á allan danskan politikk.Og tað kann gera, at tann, sum tapir danska valið, vinnur valdið kortini.

Hetta er ikki virðiligt mótvegis danska fólkaræðinum. At eingin undan valinum fær at vita hvør prísurin fyri stuðulin frá norðuratlantisku limunum er, ger tað ikki betri.

Skeivt móti Føroyum

Men tað er nógv verri fyri føroyska fólkaræðið.

Vit hava tikið støðugt fleiri stig móti størri sjálvræði.Men hetta verður eitt veldugt afturstig. Tað fer jú at hava við sær, at ein fólkatingslimur, sum er valdur av í mesta lagi 25% av veljarunum, fer at samráðast við donsku stjórnina um tær stóru politisku linjurnar. Mandatið og valdið verður altso flutt frá landsstýrinum til ein politiskan einmansflokk (Tjóðveldi) á Fólkatingi.

Føroysk viðurskifti verða við hesum ein heilt samrunnin partur av teirri innlendis politisku telvingini í Danmark. Tað, sum í dag eru tvær politiskar skipanir – tann føroyska og tann danska – smelta saman í eina.

Hetta heldur Javnaðarflokkurin vera at máa støðið undan føroyska fólkaræðinum og tí sjálvræði, sum vit hava vunnið okkum.

Onnur skipan

Javnaðarflokkurin heldur, at umboðanin á Fólkatingi skal umsitast í samsvari við tann veruleika, at Føroyar í dag eru eitt land við sjálvræði. Tí er tað skeivt at tvinga grundleggjandi politisk mál ígjøgnum í samráðingum við eina danska stjórn uttan um føroyskar myndugleikar.

Men verandi skipanin kann – hóast hetta ikki hendir – skeikla danska fólkaræðið.

Vit kunnu taka síðsta val sum dømi. Blái blokkurin vann valið í Danmark. Hann fekk 90 donsk umboð, meðan reyði blokkur fekk 85 umboð. Men um bara ein av teimum bláu flokkunum fekk ein tinglim færri, hevði Helle Thorning Schmidt verið forsætisráðharri í dag, hóast bláa síðan so hevði vunnið valið í Danmark við 89 móti 86. Tað komu nevniliga fýra reyð umboð úr Norðuratlantshavi. Hetta var áðrenn nýggju útmeldingarnar, og tí høvdu hesi fýra uttan iva lyft reyðu síðuna upp á 90 og sostatt gjørt, at taparin á danska valinum vann valdið.

Hetta hevði mær hóvað sera illa. Ein demokratiskt sæð haldfør loysn kundi verið, at heimildirnar hjá norðuratlantisku limunum blivu avmarkaðar soleiðis, at teir bert kundu atkvøtt í málum, sum eru felags fyri alt ríkið. Tað er hesa skipan, fleiri og fleiri tala um at seta í verk fyri skotarnar í bretska parlamentinum.

Men orsakað av, at hetta krevur grundlógarbroyting, verður tað eitt teoretiskt orðaskifti í mong ár fram.

Inntil tá mugu vit umsita skipanina á ein hátt, sum vit halda vera politiskt haldføran.

Hvat tað merkir, eru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ikki samdir um. Við nýggju kós Tjóðveldisins vóni eg inniliga, at donsku veljararnir sjálvir gera av, hvør skal vera danskur forsætisráðharri. Eg vil ikki hava, at tað, sum eigur at vera samráðingar millum Føroya Landsstýrið og donsku stjórnina, endar sum samráðingar millum Mette Frederiksen, Lars Løkke Rasmussen og Magna Arge.

Hendir tað, fer føroyskt sjálvræði eitt langt stig aftur eftir hæli.

Ósamsvar

At enda: Tjóðveldi hevur kritiserað meg fyri at hava gjørt avtalur um nakrar íløgur í Føroyum. Tað er ikki eitt mál fyri eitt fólkatingsumboð, hevur verið sagt.

Hvussu samsvarar hesin kritikkur við, at sami flokkur nú boðar frá, at hansara umboð á Fólkatingi – uttan um føroyskar myndugleikar – skal tingast um tær heilt stóru stóru politisku linjurnar millum Føroyar og Danmark?

(greinin stóð at lesa í Sosialinum mikudagin)