Sjúrður og KVF farin undir valstríðið til løgtingsvalið

Politikkur15-06-2019 - 15:17 - Jóanis Albert Nielsen

Meðan samgongan og landsstýrisfólkini “spæla” politikk (tey hava jú ikki meirilutan fyri nøkrum politikki), eru Sjúrður Skaale og KVF farin undir at skipa valstríðið til komandi løgtingsval.

Í staðin fyri at tosa um politiskta atgerðarloysið, sum hevur kostað føroyska skattgjaldaranum ørðandi milliónaupphæddir, orsaka av meirnýtsluni av byggiverkætlanum sum Glasir og H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, eru Sjúrður og KVF farin at tosa um, hvørjar treytir ymisku flokkarnir skulu lúka fyri at “sleppa” í samgongu við Javnaðarflokkin aftaná løgtingsvalið.

Fólkatingsmaðurin Sjúrður (tillukku við flotta valinum) tekur útgangsstøðið í, at Javnaðarflokkurin heldur áfram í landsins leiðslu. Hann veit væl, at Javnaðarflokkurin lítið og onki hevur avrikað í landsstýrinum. Tí ræður um at venda kjakið inn á onnur viðurskiftir, og er hann tí, saman við KVF, farin undir at seta Javnaðarflokkin í miðdepilin fram til løgtingsvalið.

Endamálið er at fáa veljaran at gloyma politisku gølurnar og fáa alt kjakið at snúgva seg um alt annað enn førda politikkin.

Tórskvøldið skuldi Høgni Hoydal standa til svars í D&V. Ikki fyri førda fiskivinnupolitikkin ella manglandi politikkin, men um eina yvirlýsing á flokstinginum hjá Tjóðveldi fyrr í ár. Førdi politikkurin, sum Javnaðarflokkurin er partur av, skal krógvast, og tí bleiv Høgni Hoydal ikki spurdur um, hvar menningarkvoturnar blivu av, hví ongin avtala er gjørd um fiskiskapin eftir sild og svartkjafti, hví ongar nýíløgur verða gjørdar í føroyska fiskiflotanum, hvat hann hevur gjørt fyri at fyribyrgja, at flakavirkið í Skopun letur aftur og 60 fólk verða søgd úr starvi, o.s.f. o.s.f.

Tá tað snýr seg um fiskivinnupolitikkin, so er Sjúrður og onnur í Javnaðarflokkinum farin at nýta vendingina, at Fólkaflokkurin lovar, at “fiskivinnunýskipanin skal rullast aftur”. Tey siga onki um hvat tað er, sum ætlanin er at rulla aftur. Alt tað sum Javnaðarflokkurin fanst at við gomlu skipanini, keyp og søla av rættindum, keyp og søla av kvotum og døgum, bert fá (fýra reiðarar) sita á øllum tilfonginum, og eg kundi hildi áfram, er framvegis galdandi.

Um vendingin meinast við, at Fólkaflokkurin vil avtaka uppboðssøluna, avtaka skipanina við menningarkvotum, minka um tilfongisgjaldið, so hevur hann rætt. Hetta er neyðugt fyri aftur at skapa stabilitet í høvuðsvinnuni, so menningin av fiskivinnuni og harvið øllum samfelagnum, kann byrja aftur, aftaná naggatódn í fýra ár.

Sjúrður og KVF vilja eisini krógva, at løgmaður og samgongan hava tikið alla politisku skipanina sum gísla fyri at sleppa at brúka stjórnarskrivstovurnar til eitt fýra mánaðar langt valstríð. Hóast samgongan ongan meiriluta hevur fyri sínum politikki (Løgtingið er jú, av somu orsøk, sent til hús), hoyrast og síggjast landsstýrisfólk dagliga í KVF, har tey framleggja politiskar ætlanir. Ætlanir sum í besta føri kunnu lýsast sum politiskar ballónir.

Tað einasta rætta í verandi støðu hevði verið, at løgmaður útskrivaði val til Løgtingið. Høvdu vit havt undirtøku fyri einum misáliti, hevði Tingið verið kallað saman beinanvegin, men ávísir einstaklingar/flokkar í anstøðuni, halda framvegis hondina yvir samgonguni og løgmanni, hóast atgerðarloysið og allar gølurnar. Hetta er ivaleyst fyri at varðveita góðu lønina nakrar mánaðir afturat.

Hevði val verið útskrivað høvdu flokkarnir fingið nøkulunda eins viðgerð av KVF í valstrýnum, og ein nýggj stjórn kundi verið skipað og farið til verka, tá nýggj tingseta byrjar á Ólavsøku.

Jacob Vestergaard

Meðan vit bíða, mugu vit onnur standa model til, at Sjúrður, samgongan og KVF skipa valstríðið fram til Ólavsøku, tá løgmaður fær Løgtingsins Røðarapall, at halda valtalu fyri tjóðini og útskrivað val.