Sjúrðarberg er farin nýggjan túr

vinna23-09-2021 - 13:56 - Jóanis Nielsen

 Flakatrolarin Sjúrðarberg er farin nýggjan túr í Barentshavið, teir loystu av Klaksvík í gjárkvøldið. Fyrst fara teir til Brattvåg í Norra, har teir skulu hava ein eykadeil til trolspølini, síðan verður farið í russiskan sjógv at fiska.

Tað eru 28 mans við hendan túrin, skipari er Rólvur í Norðnástovu.