Mynd: Eyðun Høgnesen

Sjúrðaberg kom á Klaksvík í nátt

Vinna07-01-2018 - 08:25 - Jóanis Albert Nielsen

Sjúrðaberg sum seinasta tíðina hevur verið í Norra, har hann er blivin sandblástur og málaður kom um fýra tíðina í nátt aftur til Klaksvíkar. Sjúrðaberg hevur verið á Havyard skipasmiðjuni í Lervik um Bergen-leiðina, sama stað sum Polarhav og Stjørnan vóru fyri einum ári síðan.

Vit skipinum nú tað kom á Klaksvík í nátt vóru 9 mans. Nú verður riggað til at fara til fiskiskap, og setur Sjúrðaberg væntandi kós móti Barentshavinum seint í næstu viku.