Sjúkrahúsini lata meira upp fyri avvarðandi og vitjandi

corona18-05-2020 - 14:32 - Jóanis Nielsen

Nú føroyska samfelagið stigvíst verður latið meira upp, hevur sjúkrahúsverkið gjørt nýggjar leiðreglur fyri vitjandi á sjúkrahúsunum. Leiðreglurnar eru galdandi frá í dag, 18. mai.

Leiðreglur um vitjandi og avvarðandi á sjúkrahúsunum frá 18. mai 2020

• Frá 18. mai letur Sjúkrahúsverkið enn meira upp fyri avvarðandi og vitjandi
• Tá ber aftur til at vitja á teimum trimum sjúkrahúsunum vanligar vitjanartíðir
• Vitjandi og avvarðandi skulu halda tilmælini um reinføri og frástøðu
• Kennir tú teg sjúka/n, skalt tú ikki koma at vitja
• Uttanfyri vanligar vitjanartíðir skal avtala gerast við starvsfólk á deildini´.