Sjóvinnustýrið flutt til Havnar og lagt á ís

Politikkur29-09-2018 - 12:34 - Jóanis Albert Nielsen

Vága Fólkafolksfelag mótmælir, at samgongan hevur steðga byggingini av bygningi til Sjóvinnustýrið í Vágum

Tá skipaeftirlitið var yvirtikið um aldarskiftið, var tað táverandi fiskimálaráðharrin, Jørgen Niclasen, sum avgjørdi at leggja stovnin í Vágum. Her hevur hann verið líka til sitandi samgonga tók við.

Poul Michelsen tók avgerð um at flyta stovnin til Havnar, tí samb. honum var eingin bygningur í Vágum brúkiligur til at húsa hesi skrivstovu. Ótrúligt.

Men landsstýrið lovaði samstundis beinanvegin at byggja nýggjan bygning í Vágum, tí her skuldi stovnurin liggja.

Nú hevur pípan longu fingið annað ljóð. Byggivirksemi hjá landinum skal tolmast og einasta offrið er bygningur til Sjóvinnustýrið í Vágum. Alt annað alment byggivirksemi koyrir full speed.

Hetta luktar og vilja vit í Vága Fólkafloksfelag harðliga mótmæla hesi avgerð hjá samgonguni. Vónandi kann Løgtingið koma á aðrar tankar áðrenn fíggjarlógin verður samtykt.

Eggaba Andreasen, form. Í Vága Fólkafloksfelag