Sjónband: Lærlingar ongan landsskatt

Politikkur24-08-2019 - 10:05 - Jóanis Albert Nielsen

Vit hoyra tað umaftur og umaftur. Vit hava tørv á fólkið til tað handaliga fakið. Arbeiðsgevarar hava torført við at fáa lærlingar.

Men tað ætla vit at broyta!

Fyri at kveikja áhugan fyri lærlingayrkinum, so ynskja vit at hækka botnfrádráttin fyri landsskatt hjá lærlingum upp til 150.000,-. Hetta fer at gera, at nógvir lærlingar ein stóran part av lærlingatíðini ikki gjalda landsskatt, meðan summir als ikki gjalda landsskatt!

Hetta fer at lætta um hjá lærlingum, ið ikki hava nógv eftir á bók, eftir eina harða arbeiðsviku. Tað lættir um hjá lærlingum, ið hava familju og eitt húsarhald at taka sær av. Og so eggja vit fleiri til at velja tann handaliga vegin - ein win-win støða fyri øll, ið ikki er kostnaðarmikil fyri landskassan.

Eisini skal tað vera fíggjarliga lættari at vera lesandi í Føroyum. Vit skulu geva okkara lesandi á hægri lærustovnum eins góðar treytir, sum t.d. Føroyafrádráttin í Danmark.

Vit ynskja, at tað skal loysa seg at lesa og læra í Føroyum.

Beinir Johannesen, valevni Fólkafloksins