Sjómansmissiónin 100 ár - í kvøld er hugnakvøld í Sørvági

mentan25-09-2018 - 13:56 - Jóanis Nielsen

Næsta hugnkvøldið í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Føroysku Sjómansmissiónini verður í Libanon í Sørvági mikukvøldið (Í kvøld). Tilsamans verða seks hugnakvøld kring landið.

Tað stóra 100 ára hátíðarhaldið varð hildið í Nesvík í mai mánaði, í sambandi við landsstevnuna hjá sjómanskvinnuringunum, men nú verður hildið fram úti um landið.

– Ja, tað stóra hátíðarhaldið var í Nesvík í vár, men vit vilja gera eitt sindur meira burturúr, og tí ætla vit at fara runt landið og bjóða øllum við til eitt hugnakvøld, sum er eitt 100 ára føðingardagshald hjá sjómansmissiónini, sigur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari.


Ynskja at náa longur út

Tað verða seks hugnakvøld tilsamans, og byrjað varð í Suðuroy, har skipaða virksemið hjá Sjómansmissiónini byrjaði fyri júst 100 árum síðani.

– Hugnakvøldini eru bæði fyri at hátíðarhalda dagin, men eisini fyri at stimbra teir sjómanskvinnuringarnar og tey fólk, sum annars stuðla okkum og bera arbeiðið lokalt, umframt tað, at vit ynskja at náa longur út við arbeiðinum hjá okkum. Hetta er ikki bara eitt kvøld fyri sjómanskvinnuringarnar, og øll onnur eru eisini hjartaliga vælkomin. Tí vil eg leggja dent á, at hetta er eitt alment hugnakvøld í samband við, at sjómansmissiónin fyllir 100 ár, sigur Torleif.

Nýggja bókin løgd fram

– At vit hava býtt tað út á hesi seks kvøldini, er fyri at hava fokus á ávís øki í landinum. Har verður góður drekkamunnur við nógvum góðum afturvið, felagssangur, kórsangur/solistar, andakt og frágreiðing frá arbeiðinum. Vóni eisini at fáa onkran frá sjómanskvinnuringunum at fortelja um tað lokala arbeiðið, og onkran sjómann at fortelja um týdningin av arbeiðinum, ella um sjómansmissiónin hevur nakran týdning fyri sjómannin í dag, sigur Torleif.

Frants Jensen fer at greiða frá nýggju bókini um sjómansmissiónina, og hann fer at hava eitt søguligt yvirlit í orðum og myndum. Eisini fer hann at signera bókina, sum verður seld fyri serprís hesi kvøldini.
– So verður eisini møguleiki fyri at bera fram heilsanir. Og vit vóna, at onkur av teimum lokalu hava okkurt at bera fram, bæði rís og rós, sigur Torleif.


Eisini fyri at kunna um arbeiðið

Hesi seks hugnakvøldini verða hildin bæði fyri at hátíðarhalda 100 ára dagin, og eisini fyri at kunna um arbeiðið, í vón um at fáa nýggj fólk at leggjast afturat í arbeiðinum.
– Sum eg havi nevnt, so er tiltakið fyri øll! Nú er møguleikin hjá lokalum sjómonnum at koma og bera eina tøkk fyri arbeiðið hjá sjómansmissiónini. Tær sterkastu heilsaninar eru frá teimum, sum hava notið gott av sjómansmissiónini, og sum hava upplivað gleðina og signingina av henni, sigur Torleif at enda.

Tey fýra hugnakvøldini, sum eftir eru, eru hesi:

Mikudagin 26. september

Kl. 19.30 í Missiónshúsinum Libanon í Sørvági
Sangur: Tórfríð Tavsen
Andakt: Gunnar K. Nattestad

Mánadagin 1. oktober
Kl. 19.30 í Leguhúsinum í Nesvík – fyri Streymoynna
Sangur: Streingjakórið á Argjum
Andakt: Sólrun Poulsen

Týsdagin 2. oktober
Kl. 19.30 í Leguhúsinum í Nesvík – fyri Eysturoynna
Sangur: Manskórið í Thabor í Fuglafirði
Andakt: Símun P. Jacobsen

Mánadagin 8. oktober
Kl. 19.30 í matarhøllini á Kósini í Klaksvík
Sangur: Kvinnukór úr Emmaus og Marta Mýri
Andakt: Andrias Magnussen

ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN