Sjendi føroyski teknifilmurin liðugur

05-12-2018 - 07:16 - Jóanis Albert Nielsen

Sp/f Tatanka, sum hevur sítt høvuðsvirksemi innan undirhald fyri børn og vaksin, kemur nú út við sínum sjeynda teknifilmi fyri børn. Filmurin hevur heitið ”Lítla fitta nissa mín”.

 

”Eins og við øllum hinum teknifilminum, er ætlanin við hesum sjenda teknifilminum at víðka um úrvalið av føroyskum barnatilfari á netinum og harvið geva foreldrum møguleikan at vísa børnunum, at sangir, ið tey annars hoyra og síggja á øðrum máli á netinum, eisini kunnu síggjast og hoyrast á føroyskum á netinum. Vit eru sera fegin um móttøkuna, ið filmarnir hava fingið. Filmarnir eru sæddir uml. 140.000 ferðir tilsamans, so eftir hesum at døma, er tørvur á tílíkum tilfari”, sigur Sigfríður á Plógv Hansen, stjóri í Sp/f Tatanka.

 

Vónbrotnir av Mentamálaráðnum

Fyri einum árið síðani støðgaði Sp/f Tatanka annars fyribils at framleiða teknifilmar, tí framleiðslan er sera kostnaðarmikið. Hóast at søkt er um filmsstuðul fleiri ferðir, so hevur Mentamálaráðið tíverri ikki víst vilja at stuðla hesari verkætlan. Men nú hevur tað eydnast at gera eina avtalu við Tutl, um loyvi at nýta barnasangir sum teir hava givið út, og hettar ger framleiðsluna bíligari. Tí eru fólkini aftanfyri Sp/f Tatanka sinnaði at gera eina roynd afturat at framleiðs fleiri teknifilmar.

 

”Vit gera ikki hetta við vinningi fyri eyga, tí allir filmarnar kunnu síggjast ókeypis á Youtube. Men vit gera hetta tí at vit halda at hetta slagið av filmum til smærri børn er nakað sum manglar í Føroyum, og tí at hetta hóskar til tað virksemi sum vit hava í Sp/f Tatanka. Vit hava higartil brúkt heilt fitt av peningi uppá framleiðsluna av teknifilmum til børn, og tað ynskja vit at halda fram við, um vit kunnu fáa fíggingina til tað. Tíverri hevur Mentamálaráðið tó ikki sýnt hesum arbeiði nakran ans higartil, og tað eru vit vónbrotin um. Tí eru vit fegnir um avtaluna við Tutl. Vit gera tí eina roynd aftur nú, og vóna at tað fer at bera til framhaldandi at framleiðslu uppaftur fleiri teknifilmar av hesum slag til børnini”, sigur Sigfríður á Plógv Hansen, stjóri í Sp/f Tatanka.

 

Útgivið fleiri ókeypis teknifilmar

Í februar 2017 gav Sp/f Tatanka út tríggjar ókeypis teknifilmar á føroyskum máli. Seinni komu tríggjir afturat, og nú kemur so tann sjeyndi filmurin. Allir filmarnir síggjast ókeypis á YouTube, og hava heitini:

 

Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum tølini”,

Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum litir

Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum stavraðið

Stúti, Flaksi, Fima, Tatanka og Klippa koyra buss

Fingrasangurin

”Høvd, akslar, knø og tær”  

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=z2U-PAHWoug]