Sjálvstýri við tíðindaskrivi

politikkur21-02-2017 - 10:45 - Jóanis Nielsen

Nýtt er ikki nýtt til allar tíðir

Á seinasta Landsfundi floksins var einmælt samtykt at broyta navnið hjá flokkinum tilSJÁLVSTÝRI.Navnið Sjálvstýri hevur annars verði nógv brúkt í flokkinum, og manna millum øll árini, og tí væl kent millum allar Føroyingar.

Sjálvstýri far dagførda stevnuskrá

Sjálvstýri hevur havt temadagar á Hotel Skálavík, har flokkurin hevur gjøgnumgingið alla stevnuskránna, ið eftir ætlan skal dagførast og leggjast fram á fyrst komandi aðalfundi.

-Ætlanin við arbeiðinum er, at stevnuskráin svarar betri til nútíðar avbjóðingar. Seinast stevnuskráin varð tillaga var í 1997, og er okkara samfelag munandi broytt síðani, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.

Flokkurin er í einari broytingartíð, og seinasta ári er tingmannatalið tvífaldað, samstundis sum flokkurin eisini er tvífaldaður í Klaksvíkar kommunu, og er í dag størsti flokkur í Norðoyggjum.

Víst verður til tíðindaskriv og tilfar:

Tórshavn, tann 21. februar 2017

TÍÐINDASKRIV

Nýtt er ikki nýtt til allar tíðir

Á seinasta Landsfundi floksins var einmælt samtykt at broyta navnið hjá flokkinum til SJÁLVSTÝRI. Navnið Sjálvstýri hevur annars verði nógv brúkt í flokkinum, og manna millum øll árini, og tí væl kent millum allar Føroyingar.

- Tá ið eg tók við sum formaður í flokkinum, gjørdu vit av, at broyta samleikan sjónliga. Umframt nýggjar litir og snið, varð eisini avgjørt at broyta navnið til Nýtt Sjálvstýri. Hugsað var, at hetta skuldi vera eitt tíðaravmarkað heiti, tí øll vita vit, at nýtt er ikki nýtt til allar tíðir, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.

Sjálvstýri er elsti flokkur í Føroyum, og hevur havt navnið Sjálvstýrisflokkurin líka fram til fólkatingsvalið 2015, tá ið navnið bleiv broytt til Nýtt Sjálvstýri. Hetta var gjørt eftir at Kári P. Højgaard hevði tikið avgerð um at leggja frá sær sum formaður, og Jógvan Skorheim tók við sum formaður.

Sjálvstýri far dagførda stevnuskrá

Sjálvstýri hevur havt temadagar á Hotel Skálavík, har flokkurin hevur gjøgnumgingið alla stevnuskránna, ið eftir ætlan skal dagførast og leggjast fram á fyrst komandi aðalfundi.

- Ætlanin við arbeiðinum er, at stevnuskráin svarar betri til nútíðar avbjóðingar. Seinast stevnuskráin varð tillaga var í 1997, og er okkara samfelag munandi broytt síðani, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri.

Flokkurin er í einari broytingartíð, og seinasta ári er tingmannatalið tvífaldað, samstundis sum flokkurin eisini er tvífaldaður í Klaksvíkar kommunu, og er í dag størsti flokkur í Norðoyggjum.

Sum sosialliberalur sjálvstýrisflokkur hava vit ábyrgdina av at tryggja samhaldsfasti og solidaritet í øllum samfelagnum, og ábyrgd av at Føroyar gerast sjálvstøðugar í eini hóvligari tilgongd, og leggja okkum eftir at menna flokkin og føroyska samfelagið á øllum økjum, og gera hesi viðurskiftir meira sjónlig í stevnuskránni.

- Politiska skipanin skal ganga á odda fyri at stuðla upp undir framburð, og skipa røttu karmar fyri íverksetan og menning, og skal nýhugsan á so at siga øllum økjum slóða fyri einum bíligari rakstri, einføldum kunngerðum og einføldum lógarkarmum bæði hjá vinnu, íverksetarum og tí almenna, sigur floksformaðurin í Sjálvstýri Jógvan Skorheim at enda.