Sjálvstýri fer ikki í samgongu

Politikkur22-03-2018 - 07:52 - Jóanis Albert Nielsen
Í gjárskvøldið var tingast um Sjálvstýri skuldi fara í samgongu ella ikki. Men samráðingarnar endaðu úrslitaleysar, skrivar formaðurin í Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, í telduposti til portal.fo.

- Tá hendan samgongan varð skipað, skilti fiskivinnupolitikkurin samgonguna og Sjálvstýri, og tað má eg staðfesta, at tað ger hann enn, sigur hann.

- Til dømist kunnu vit ikki taka undir við tí uppskoti um veiðugjald, sum í dag liggur í løgtinginum, og ei heldur, at farið verður til eina kvotaskipan fyri heimaflotan.

Les meira á portal.fo her.