Sjagaklettur fór av bedingini í farnu viku.

Sjagaklettur sigur farvæl í dag

vinna15-04-2018 - 15:30 - Jóanis Nielsen

 Ætlandi loysur Sjagaklettur av Havnini seinnapartin við kós til Vancouver í Kanada, teir skulu ígjøgnum Panama-kanalina og so upp við vesturstrondini av USA til Vancouver í Kanada, har hann er seldur til.

Teir leggja helst inn á fjørðin í Hvalba, fyri síðstu ferð, á leiðini vestur í hav.

Sjagaklettur hevur mest roynt í føroyskum sjógvi, síðan skipið var keypt til Føroyar, men hevur eisini roynt við Eystr-Grønland og á Flemish Kap.