Nýggjastu


Sjagaklettur er seldur til Kanada

vinna11-04-2018 - 18:27 - Jóanis Nielsen

 Hvalbiartrolarin Sjagaklettur er seldur til Kanada.

Tað seinastu tíðina hevur Sjagaklettur staðið á bedingini hjá MEST í Havn.

Sum skilst, so skal Sjagaklettur fiska í Kyrrahavinum útfyri vesturstrondini á Kanada.

Sjagaklettur fer úr Føroyum ein av fyrstu døgunum.