Mynd: Sjóvar kommuna.

Sirið Stenberg latið SEV nýggj loyvi at gagnnýta vatnorku

vinna15-03-2017 - 11:11 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv: Sirið Stenberg latið SEV nýggj loyvi at gagnnýta vatnorku til elframleiðslu

SEV hevur í dag fingið nýggj loyvi at gagnnýta vatnorkuna til elframleiðslu. Møguligt verður eisini hjá øðrum umsøkjarum at gagnnýta vatnorkuna, tó við fyriliti fyri verandi virkseminum hjá SEV.

---

SEV fekk við kunngerð í 1963 loyvi at gagnnýta vatnorkuna í Streymoynni, Eysturoynni, Vágum og Suðuroynni í 50 ár. Tað loyvið hevur verið longt, meðan arbeitt hevur verið við at lata nýggju loyvini.

Nýggju loyvini eru galdandi í 20 ár. Í mun til gamla loyvið, eru tey avmarkaði í økisvídd, so tey fevna um tey innsavningarøkini, haðani SEV higartil hevur fingið vatnorkuna til síni verandi verk og ikki um heilar oyggjar. Ein annar munur er, at tað nú millum annað er ásett, at landsstýrismaðurin eisini kann loyva øðrum at gagnnýta vatnorku í somu økjum, tó við fyriliti fyri verandi virkseminum hjá SEV.

Á hendan hátt eru loyvini ein javnvág millum tryggar karmar fyri verandi elframleiðslu úr vatni og møguleikan hjá myndugleikanum at ráða yvir vatntilfeingi, sum ikki verður brúkt.

Ein fyritreyt fyri nýggju loyvunum er, at SEV hevur framleiðsluloyvi eftir elveitingarlógini til tey verk, ið skulu gagnnýta vatnorkuna, sum loyvi nú verða latin til. Verandi framleiðsluloyvi ganga út í 2019. Í viðmerking sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna:

- Við nýggju loyvunum kann SEV halda fram við sínum verandi virksemi. Tað er umráðandi, at ein so týðandi grundarsteinur undir samfelagsvirkseminum, sum elframleiðsla, hevur so tryggar karmar, sum til ber. Hinvegin skal myndugleikin eisini hava møguleika at lata nýggj loyvi at gagnnýta vatnorku, um umsøkjarar hava fingið elframleiðsluloyvi.

Heilsu- og innlendismálaráðið