Sirið spyr landsstýrismannin í fíggjarmálum um skaðar á grótkøst

politikkur02-03-2020 - 14:02 - Jóanis Nielsen

Grein 52a fyrispurningur til Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharra um, at landið fíggjar skaðar á grótkøst, sum eru fari í storminum kring landið.

Er landsstýrismaðurin sinnaður at bera uppskot í løgtingið, sum heimilar landinum at fíggja skaðar á grótkøst, sum eru farin í ódnarveðrinum seinastu dagarnar ?

Viðmerkingar: Í ringa ódnarveðrinum, sum júst hevur verið eru stórir skaðar kring landið. Tað hevur verið alment frammi, at í Hvalba og í Porkeri hava grótkastini fingið stóran skaða. Møguliga er tað eisini hent aðrastaðni, og í so fall eru tey umfatað av spurninginum.

Tá ið slíkir skaðar hava verið fyrr hevur landið verið við at fíggja endurbyggingina. Tí er spurningurin um landsstýrismaðurin metir, at landið í hesum føri eigur at hjálpa til, so havnaløgini skjótast gjørligt kunnu vera gjørd aftur.

Havnaløgini eru í nógvar mátar partur av tilverugrundarlagnum kring landið. Og hetta er ein serliga støða, sum kommunurnar ikki hava havt møguleika at lagt upp fyri. Tí eigur landið, eins og fyrr er gjørt, at vera aktivur partur av endurbyggingini av grótkøstunum.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi