Simon Olsen er settur sum høvuðsvenjari hjá U04 kvinnunum

ítróttur04-03-2021 - 16:46 - Jóanis Nielsen

HSF:

Simon Olsen er settur sum høvuðsvenjari hjá U04 kvinnunum. Hann avloysir Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóra hjá HSF, sum var fyribilsvenjari.
Simon Olsen, sum er 27 ára gamal, er í dag venjari hjá mansliðnum hjá H71. Simon hevur, hóast sín unga aldur, longu góðar nógvar royndir sum venjari, og hevur m.a staðið á odda fyri Aalborg DH í bestu donsku kvinnudeildini eitt skifti.
U04 kvinnur skuldu havt spælt European Open seinasta summar, men tað var avlýst vegna korona. Ístaðin spældu kvinnurnar tveir venjingardystir móti Ísland í Føroyum í august mánaði. Fyrra dystin vunnu Føroyar 24 – 23, meðan Ísland vann seinna dystin 23 – 21.
Í august í ár skulu U04 kvinnurnar til Tbilisi í Georgia at spæla W17 Championship. Føroyar eru í bólki B við Serbia, Italia, Ísrael og Estlandi. Í bólki A eru Holland, Ukraina, Georgia, Grikkaland, Bosnia-Herzogovina og Luksemburg. Eftir bólkaspælið spæla liðini krossdystir. Fremsta liðið í bólk A møtir næstfremsta liðnum í bólki B og øvugt í hálvfinalunum. Vinnarin spælir seg til HM endaspælið fyri U18 í 2022 og EM endaspælið fyri U19 í 2023, eins og næsti aldursbólkur U06 kvinnur eisini skulu spæla EM endaspæl fyri U17 í 2023.
Magni Thomsen heldur fram sum hjálparvenjari, Eyðun Jensen sum liðleiðari og Guðrið Geirsdóttir Eystberg er fysioterapeut. Í næstum verður málverjavenjari eisini settur. Kropsligi venjarin hjá HSF, Heri Ziska, er eisini í toyminum kring liðið.