Silda- og svartkjaftakanningar lidnar

Vinna16-05-2018 - 22:02 - Jóanis Albert Nielsen

Hav.fo: Magnus Heinason kom týsdagin aftur av silda- og svartkjaftakanningum norðan fyri Føroyar. Nakað tað sama var skrásett av norðhavssild sum í fjør. Hinvegin var nakað minni av svartkjafti skrásett. Tó skal viðmerkjast, at kanningarøkið broytist frá ári til árs, so úrslitini kunnu ikki beinleiðis sammetast millum ár.

Sum heild stóð sildin javnt spjadd norðan fyri Føroyar, men minni var at síggja suður móti Íslandsrygginum og føroyska landgrunninum, og eystur móti sjómarkinum. Tað er framvegis í høvuðsheitum stór og gomul sild, sum stendur í hesum økinum, men í ár sást eisini nógv av fimm ára gamlari sild, serliga í landnyrðingspartinum av kanningarøkinum.

Svartkjaftur var at síggja upp at føroyska landgrunninum, á og móti Íslandsrygginum og eystan fyri 3°V. Útbreiðslan í ár er heldur øðrvísi enn undanfarnu 3-4 árini, tá svartkjaftur hevur verið at sæð í mestsum øllum føroyska kanningarøkinum.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi. Hini skipini eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum. Samlaða nøgdin av norðhavssild, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi um hálvan juni.

Les túrfrágreiðingina her.