Sigtór verður hjálparvenjari

ítróttur31-12-2017 - 15:02 - Jóanis Nielsen

Væleyðnaði endaspurturin hjá 07 Vestur í meistaradeildini hevur givið meirsmakk, og Sigtór Asbjørn Petersen, sum stóð við róðrið seinastu dystirnar, hevur nú undirskrivað avtalu, sum inniber at fyrrverandi leikarin verður hjálparvenjari hjá Paula Poulsen.


Sigtór hevur verið við í 07 Vestur síðan felagið bleiv stovnað, við undantaki av tveimum árum, tá hann var uttanlands í lestrarørindum. Hann er eisini millum mestleikandi spælararnar í felagnum.

Tað er altíð spennandi at fylgja við leikarum, sum velja at fara venjaravegin, og við nógvu royndunum hjá Sigtór hevur hann nógv at geva 07 Vestur - bæði leikarum og øllum rundanum felagið.

Umframt rolluna sum hjálparvenjari hjá Paula í Betri-liðinum, kemur Sigtór eisini at taka sær av 2. liðið og U21-hópinum.