Sigtór gevst sum hjálparvenjari hjá 07 Vestur

ítróttur22-05-2018 - 22:56 - Jóanis Albert Nielsen

Dysturin í dag móti NSÍ er næst seinasti dysturin hjálparvenjarin hjá okkum Sigtór Asbjørn Petersen er hjálparvenjari hjá besta liðnum hetta kappingarárið.

Sigtór er ein kendur maður tá ið hugsa verður um fótbólt í Vágum. Tá ið vit hyggja eftir Faroesoccer.com so má sigast at Sigtór hevur fingið nógvar dystir í beinini ígjøgnum ár og dag.

Sigtór hevur spælt 22 dystir í bestu deildini, og teir eru allir spældir fyri 07 Vestur, seinast Sigtór spældi í bestu deildini var seinasta kappingarár tá ið hann spældi tveir dystir fyri 07 Vestur. Síðani skulu vit heilt aftur til árini 2011 og 2009 fyri at finna hinar 20 dystirnar Sigtór hevur spælt í bestu deildini.

Hann hevur spælt 129 dystir í 1. deild fyri SÍ, FS Vágar 2004 og 07 Vestur.

Hann hevur spælt 55 dystir í 2. Deild fyri SÍ, FS Vágar 2004, MB og 07 Vestur.

Afturat tí hevur hann spælt 13 dystir í kappingini um Løgmanssteypið fyri SÍ og 07 Vestur.

Tá ið so Trygvi Mortensen ið var venjari hjá besta liðnum hjá okkum í fjør bleiv koyrdur valdi nevndin í felagnum at seta Sigtór at hava ábyrgd av besta liðnum. Tá restaðu 4 dystir í. Sigast má at Sigtór fekk væl burturúr okkara spælarum tá, hann hevðu ábyrgd av liðnum í fýra dystir og tá vunnu vit 3. av teimum. Vunnu 4-3 móti B36, 3-1 á Suðringum og 5-1 á ÍF. Einasta liðið Sigtór tapti móti tá var NSÍ ið vit taka móti í dag. Vit løgdu okkum á odda 1-0, men taptu dystin 2-3.

Sigtór hevur í ár verið hjálparvenjari hjá Paula Poulsen. Sigtór arbeiðir hjá J&K Petersen, hann hevur fingið bjóða aðra ábyrgd enn hvat hann hevur har í dag, tí hevur hann valt at siga hjálparvenjara rolluna frá sær í 07 Vestur.

Tá ið vit spurdu Sigtór hvat er munurin á liðnum í ár í mun til í fjør tá ið hann var venjari sigur hann, at vit hava mist 11 leikarar frá í fjør, av teimum vóru fimm lokalir stamspælarar, nýggjir spælarar skulu inn í hópin fyri teir, og tað tekur tíð at fáa alt at rigga saman við einum nýggjum venjara.

Sigtór afturvísir ikki, at hann kemur at standa á odda fyri 07 Vestur aftur í framtíðini, vit spurdu hann nær hann væntaði at vit sóu hann aftur á síðulinjuni hann svararði, tað er ringt at siga, men man skal aldrin siga aldrin, eg eri ein lokalur maður, so eg verið nokk at síggja so ella so rundan um felagið.

Sigtór hevur spælt nakrar dystir fyri 2. deild í ár, vit spurdu hann um hann fer at halda fram við tí, um tað liggur fyri hjaá mær, so eri eg tøkur at spæla, men sum tað kemur at síggja út til so verður tað ikki nógv tíð til fótbóltin i framtóðini.

Sigtór hevur verið partur av 07 Vestur øll árini uttan 2012 og 2013, tá ið hann var í Danmark í lestrarørindum.