Mynd: Carsten Egevang.

Síga 200 metrar niður í Sandoynni

mentan04-07-2018 - 15:43 - Jóanis Nielsen

Leygardagin ber til at royna eina heilt serliga uppliving í Sandoynni.

Tá fara tey at síga úr 300 metra hædd í Lonini vestanfyri á Sandoynni. Hetta er ein heilt serlig uppliving, har tú sleppur at sita mitt í fuglalandinum, tá ið tú ert komin eitt sindur niður í hædd.

Útsýnið er eisini einastandandi. Til ber at bíleggja sær pláss at síga beinleiðis á netinum águidetofaroeislands.foella fáa meir kunning hjá Sandoyar Kunningarstovu.

Dagurin er frá kl. 10.30 og endar á leið kl.16.00.

Fyrr í ár var bretski miðilin BBC við á eini ferð, tá ið teir rændu egg í her.

Túrurin verður eisini 21. juli 2018 kl. 10.30.