Sidney Sindahl Olsen á listavegginum hjá Betri í Miðvági

09-11-2019 - 12:09 - Jóanis Albert Nielsen

Í november hevur Sidney Sindahl Olsen fotoframsýning á deildini hjá Betri í Miðvági

Sidney er kendur sum tann stóri náttúruelskarin. Hann trívist best uppi í fjøllunum, har hann gongur túrar vetur sum summar.

Sidney hevur alsk fyri fuglalívinum og vakurleikanum úti í náttúruni. Eisini nýtir hann nógva tíð at tjalda og fiska síl á vøtnunum í Vágum, hagani hann eisini hevur tikið nakrar av sínum myndum.