SÍb “Greipuvinnarar”

ítróttur21-03-2018 - 08:05 - Jóanis Albert Nielsen

SÍb vann steypakappingina í flogbólti og tí var nokk ikki óvantað, at teir eisini vunnu landskappingina í næstbestu deildini í gjárskvøldið. Dysturin var móti silvurvinnarnum Fleyr, og SÍb vann greitt 3-0

Seinasti dysturin í 1. Deild hjá monnum í FM-stríðnum var í Sørvági í gjárskvøldið. SÍ tók móti Fleyr. Bæði 1. og 2. sett vunnu sørvingar greitt við settúrslitnum 25-19. Í 3. setti var meira javnt, har Fleyr fylgdi við allan vegin, men móti endanum tók SÍ alt og vann 25-23 og harvið vunnu teir dystin 3-0.

Heldur óvantað vunnu SÍb steypakappingina og tí er kanska minni óvantað, at teir nú hava vunnu 1. deild eisini. So við gásareygum kunnu teir kallast “Greipuvinnarar”.

Myndin:

Aftast frá vinstu: Ingi Ole-Jacobsen, Arngrím Thomassen, Bogi Kruse, Eli Reynskor og Martin Mikkelsen. Fremst frá vinstru: Ólavur Jensen, Jón Joensen, Jørgen Niclasen, Sonni Zachariasen og Jón Nielsen.