Mynd: Jens Kr Vang / portal.fo

SÍ er steypavinnari hjá kvinnum

ítróttur22-02-2020 - 16:22 - Jóanis Albert Nielsen

 Fyri løtu síðani vann SÍ eina spennanfi steypafinalu hjá kvinnum, tað gjørdi tær við at vinna 3-2 á Mjølnir.

Fyrstu trý settini vóru rættuliga tøtt. SÍ vann tað fyrsta 25-23. Mjølnir svaraði aftur í øðrum setti, og vunnu 27-25. SÍ legði seg framum 2-1 í settum tá ið tær vunnu 25-22. Mjønir javnaði til 2-2 tá ið tær vunnu 25-19.

Í 5. og seinasta settinum var eingin ivi. SÍ vann 15-6 og eru tí steypavinnarar 2020.

Sí myndir á portalinum her.