Seyðasýning verður í Sandavági í morgin (Leygardagin)

mentan30-10-2020 - 22:18 - Jóanis Nielsen

Seyðasýning 2020

Seyðasýningin verður í rættini hjá sundsmonnum leygardagin 31 okt.
Sýningin byrjar kl 10.00 og øll eru vælkomin.

Vága komuna stuðlar tiltakinum.


Skráin fyri dagin er hendan:

10.00 Seyðasýningin byrjar
12.00 Smyrjibreyð, kaka, kaffi og te verður at fáa
15.00 Helgi í Brekkunum, seyðamaður, granskari og rithøvudur kemur at hava fyrilestur um seyðahald fyrr og nú.
15.45 Seyðasýningin fer í gongd aftur
17.00 Heit suppa og okkurt kalt afturvið verður at fáa
19.00 Steypahandan

Sýnismenn verða vágamennirnir: Arnjohn, Kjeld og Ellef.