Seyðasýning í Kvívík

mentan22-10-2018 - 15:31 - Jóanis Nielsen

Seyðasýning var í Kvívík leygardagin, 20. oktober 2018.

Luttakandi hagarnir vóru:

Frammihagi - Hans Martin og Øssur Andreassen (eldri) eru seyðamenn.

Norðihagi - Karstin Wang er seyðamaður.

Útihagi - Dánjal Petur Müller er bóndi.

Niðristova í Vestmanna (Heygahagi Innarahelvt og Kvívíksmerkurnar) – Hanus í Niðristovu er bóndi

Ognarhagin – Niclas Joensen og Allan Nielsen, eru seyðamenn

Sýnarar vóru Poul Samuelsen, Eddie Joensen og Dánjal í Húsinum.

Úrslitini vóru:

Bestu hagar:

Niðristova nr. 1. við 19,58 stigum í meðal

Frammihagi nr. 2 við 19,00 stigum í meðal

Norðihagi nr. 3 við 16,67 stigum í meðal

Ognarhagin nr. 4 við 16,22 stigum í meðal

Útihagi nr. 5 við 15,00 stigum í meðal

Vakrastu veðragjólingar:

Nr. 1, eigari Hanus í Niðristovu, Niðristova

Nr. 2, eigari Hanus í Niðristovu, Niðristova

Nr. 3, Karstin Wang, Norðihagi

Vakrastu veturgomlu veðrar:

Nr. 1, eigari Tummas í Niðristovu, Niðristova

Nr. 2, eigari Øssur Andreassen, yngri, Frammihagi

Nr. 3, Dánjal Petur Müller, Útihagi

Ein eldri veðrur luttók, og eigari var Øssur Andreassen, yngri, Frammihagi

Stuðlað sýningini hevði Kvívíkar Kommuna

Sí eisini myndir HER.