Jóhannes av Trøllanesi klæddur í skinn, tí hann skal giftast í november, hin er Steffan av Syðradali og dóttir hansara Elin Sólja.

Seyðasýning á Húsum

mentan28-10-2018 - 09:27 - Jóanis Nielsen

Leygardagin 27. oktober var seyðasýning á Húsum, ið umfataði brundseyð úr øllum fýra bygdunum í Kallsoynni.

Sýningin fór fram í seyðhúsinum hjá Hans Elias Højgaard, bónda á Heyggi á Húsum. 

Seyðhúsið stendur í Knútsdali. 

Dómararnir kjósaðu vakrasta seyðin úr hagapartinum Blankskáli hjá Bjørn Kalsø, bónda á Syðradali. Næst vakrasta seyðin úr hagapartinum Kallsgarði, hjá Jóhannes Joensen, bónda á Trøllanesi og nummar trý eisini av Blankskála, hjá Bjørn Kalsø. 

Besti hagi samanlagt var Blankskáli við Bjørn Kalsø á Syðradali. Nummar tvey hagi var Kallskarður á Trøllanesi við Jóhannus Joensen. Og nummar trý og javnir vóru fýra hagapartar. Tríggir hagapartar í Djúpadali við ávikavist Markus í Norðnastovu og Jógvan í Beiti í Mikladali og Eyðun Eliasen á Trøllanesi, umframt Dighamarshagi við Markus í Norðnastovu í Mikladali. 

Seyðasýnarar vóru: Absalon Hansen, Júst Rubeksen og Øssur Andreassen. 

Seinastu á leið 20 árini hevur seyðasýning veriði í Kalsoynni annað hvørt ár. 

Sýningarnar skifta ímillum bygdirnar, og í ár var sýningin á Húsum.