Seyðamansrenning á Vestanstevnu

ítróttur28-06-2018 - 13:39 - Jóanis Nielsen

 Aftur í ár verður skipað fyri sonevndu Seyðamansrenningini á Vestanstevnu - tað er á fjórða sinni at henda renningin verður fyriskipað á Vestanstevnu í Sandavági

Renningin verður sunnudagin 15. juli. Runnið ella gingið verður eftir rutuni, sum Seyðamaðurin á Sondum á sinni rann undan Huldukonuni. Norðan av Fjøllum við Fjallavatn og at kirkjugarðsportrinum í Sandavági.