Sethúsaútstykking við Olivarsveg í Miðvági

Mentan30-03-2017 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Vága kommuna og sp/f Desk hava gjørt avtalu um arbeiði at gera útstykking við Olivarsveg í Miðvági.

Talan verður um 13 grundstykkir, sum liggja vestanfyri Skaldaveg í býlinginum norðuri á Heiðum í Miðvági. Grundøkini vera 6-700 m2 til støddar og tey verða boðin út eftir grundstykkjalistanum hjá kommununi.

Til ber at søkja um grundstykki við at fylgja hesi leinkju.