Sera væleydna kafékvøld hjá Havnar Framburðsfelag

politikkur09-02-2017 - 23:16 - Jóanis Nielsen

Tíðindaskriv frá Havnar Framburðsfelag.

Týskvøldið 7. Februar hevði Havnar Framburðsfelag kafékvøld í Bládýpi.
Fitt av fólkið hevði leitað sær á kafé, útvið 50 fólk, og umframt eina spennandi skrá var høvi til prát og hugna. Á skránni var m.a. at Annika Olsen, borgarstjóri og Bogi Andreasen, býráðslimur greiddu frá arbeiðinum hjá nývalda býráðnum í Tórshavnar kommunu. Eisini vóru umboð fyri Føroya Sjósavn á Argjum og greiddu frá teirra dagliga arbeiði og somuleiðis framtíðar útbyggingar ætlanum fyri Sjósavnið.

Alt í alt eitt framúr kvøld í røttum fólkaflokks anda.​