Sera sjáldsamur fongur fingin á útróðuri

Myndir13-08-2019 - 16:49 - Rodmund á Kelduni

Í gjár tann 12.08.2019 var Sørvingurin Hilmar Hansen á útróðuri við nýggja báti sínum Súsi, hann lá vesturi á tindinum sum er miðskeiðis suður úr Mykinesi. 

Hann hevði fingið væl av fiski og var í ferð við at kryvja, tá ið hann føldi okkurt hart í maganum á einum stórum toski sum var áleið 70 - 80 cm til longdar. Forvitin sum hann er, hugdi hann nærri at hvat tað var sum lá í maganum, hann sá tá eitt fugla bein við fitjum og á beinunum var ein metalringur, hann tók í beini og dróg varliga, til sjóndar kom eitt rov við høvdi, hettar vísti seg at verða ein heilt serstakur fongur sum Hilmar hevði fingið á hendan sera sjáldsama hátt, eftur nærri kanningar vísti tað seg nevnliga at tað var rovini av einum Kjógva.
 
Kjógvin var ringmerktur í Mykinesi í 1999 og tá var hann yvir tvey ára gamal, sostatt hevur hesin Kjógvin verði yvir 22 ára gamal nú Hilmar fann hann í búkinum á toskinum. Hildi verður eisini at hettar helst er elsti Kjógvin sum teir vita um í Føroyum higartil. Hilmar fann eisini rovið av einum Havhesti í maganum á einum øðrum toski, mest sannlíkt er at fuglarnir eru tiknir av Skúgvi og eru restirnar so soknar til botns, har toskarnir so hava etið rovini.
 
Annars hevur hilnast væl við útrórinum hjá Hilmari síðan hann byrjaði at rógva út við nýggja bátinum, í gjár landaði Hilmar áleið 24 sentir og í dag millum 8 og 9 sentir.