Sera góð undirtøka fyri ársins bátastevnu í Vestmanna

Mentan23-05-2018 - 17:01 - Jóanis Albert Nielsen

Bátastevnan í Vestmanna verður skotin í gongd í morgin, og sigast má, at undirtøkan til ársins bátastevnu í Vestmanna er sera góð. 70 bátar hava biðið um pláss at ligga við nýggju flótibrúnnað, og fyriskiparnir siga, at teir kunnu ikki taka fleiri bátar har til. Bátar sum tó ætlað sær á bátastevnu kunnu leggjast við bryggjuna vestanfyri brúgvanar, bátastevnan kann tó ikki veita teimum streym og vatn, somuleiðis mugu teir eisini tryggja sær trygdarnet, so fólk ikki detta ímillum, hetta hava bátaeigarnir ábyrgd av.

Tað eru eisini nógvir húsvognar, sum koma til ársins bátastevnu, Jan Haldansen formaður í VÍF sigur, at campingøkið so at siga er fult, har kunnu koma fimm vognar afturat, sum tey kunnu veita streym til.

Tað verða eisini nógvar motorsúkklur í Vestmanna í vikuskiftinum, millum 70 og 100 motorsúkkluførarar hava boðað frá, at teir ætla sær til Vestmannar.

Jan Haldansen sigur víðari: - Vit eru sera sera glað fyri alla tað hjálp vit hava fingið frá bygdafólkinum. Omanfyri 60 mans hava hjálp til hesar dagarnar, har klárgering av brúgvum og útlegging, uppsetan av tjøldum, campingøkið, el-veitan og vatnveiting eru gjørd klár. Eisini kvinnunum sum hava bakað kaku og gjørt smyrjibreyð. Tað er ein frag at skipa fyri, tað stuðulin er so stóru ímillum fólk.

So alt í alt stak góð tilmelding og veðrið verður av tí besta. Tað er lagt upp til eina rimmar bátastevnu í 2018. Karmanir eru í top. og vit vóna at nýggja brúgvakonseptið, saman við undirvatnsljósum fer at skapa ein super stemning ímillum gestirnar, sigur Jan at enda við jn.fo.

Tað ber til at keypa atgongumerkir við at trýsta her.