Sera áhugaverd vitjan á Viðareiði

mentan07-03-2017 - 20:06 - Jóanis Nielsen

 Seinasta vikuskiftið vitjaði undirritaði (Jóanis Nielsen) saman við familjuni á Viðareiði, ein sera áhugaverd vitjan, í vælrøktu og søguríku bygdini Viðareiði.

Har á leið, sum kirkjan stendur í dag, veit man við vissu, at har hava staðið fimm kirkjur. Tann fyrsta stóð tættari við sjóvarmálan, hon var tikin av brimi umleið ár 1695, tí bygdi teir næstu kirkjuna longuri frá sjóvarmálanum, tó ikki so langt frá.

Núverandi kirkja varð vígd 20. november í 1892.

Altartalvuna hevur Giuseppe Chiari (1654-1727) málað.

Á suðursíðini inni í kirkjuni hongur kristikrossur, sum er frá 1551, hann er gáva krá keypmanninum Thomas Koppen, sum í 1533 fekk monopol uppá handil við Føroyar, tað var danski kongurin Christian 3. sum gav Thomas Koppen monopol.

Kirkjusilvuri er gáva, sum stavar frá 1847 frá skipinum Marwood. Skipið fór úr Afrika og skuldi til Liverpool, men komu í óveður og komu á Føroyar. 4 av manningini fórúst, áðrenn skipið 25 januar í 1847 varð sleipað inn í víkina eystur úr Viðareiði, 9 av monnunum vórðu bjargaðir.

Doypifunturin er gáva frá Jógvan í Heimistovu, hann er frá 1849.

Sluppin, sum er í kirkjuni er bygd av Karl Andreasen á Strondum, í 1986 góvu lærarahjúnini Poul Enok og Elsa Hansen kirkjuni sluppina til gávis.

Urgan er frá 1978, hana hevur Verland Johansen bygt.

Kirkjuklokkan er frá 1977, hon er stoypt í Hollandi

Eg var í kirkju á Viðareiði seinasta sunnudag. Eftir kirkjugongdina kom tann altíð so blíði Snorri Brend at práta, hann vísti okkum kirkjugarðin, har viðingar við Dániali Lydersen á odda, hava gjørt eitt stórarbeiði at staðfesta gravirnar frá gamlari tíð - m.a. er steinur nú yvir Jónas, sum var giftur við Beintu, Beinta gjørdist seinni prestafrúa í Vágum. Eisini er steinur yvir navnframa Guttorm í Múla.

Sí myndirnar niðanfyri.

Sunnudagin 19 mars kl. 17 verður Hátíðarguðstænasta á Viðareiði við Jóannes Purkhús

Hátíðarguðstænastan er í samband við at Gudrid Dahl Sørensen hevur spælt urgu í kirkjuni í 70 ár.

Kórið við Christianskirkjuna luttekur við sangi. 

Eftir guðstænastuna verður nátturði í Missiónshúsinum.

Øll eru vælkomin.