September – ein spennandi filmsmánaður

mentan05-09-2017 - 22:16 - Jóanis Nielsen

So var september her, og nevndin í Føroysk Filmsfólk fegnast um, at hesin av sonnum kann kallast ein filmsmánaður. 1. september var freistin til seinna umsóknarumfar hjá Filmsgrunninum, og spennandi verður at síggja, hvørjar verkætlanir koma á skrá og gerast veruleiki. 

Føroyskir filmsdreymar við havið 

Týsdagin 5. september, ber til at síggja eitt úrslit av stuðlinum úr Filmsgrunninum, tá undanfrumsýning av spælifilminum hjá Sakarisi Stórá, Dreymar við Havið, verður í Norðurlandahúsinum. Dagin eftir, mikudag 6. sept, er almenn frumsýning í Filmsfelagnum í Havnar Bio. Fyrsta sýning varð útseld eftir einum degi, og tí ræður um at skunda sær at keypa atgongumerki. Tað er sera gleðiligt og forkunugt, at føroyingar aftur sleppa í biografin at hyggja eftir føroyskum filmi - Hetta fer at koma oftari fyri framyvir, nú verulig gongd er komin á føroysku filmsvinnuna. (Sí meir á www.bio.fo) 

Minnilutafilmar fyri øll 

Hósdagin 7. september til sunnudagin 10. september, er føroyski filmfestivalurin, Faroe Islands International Minority Film Festival, í Perluni í Havn. Stigtakarin, Nadia Abraham, er fødd og uppvaksin í Føroyum, hevur ein pápa úr Palestina, og er tað, ið kallast queer. Tí hevur hon mangan upplivað, hvussu tað er at vera partur av einum minniluta í Føroyum. Hetta hevur fingið hana at taka stig til hendan upplýsandi filmfestivalin. Sigast má, at her verður lagt upp til eitt stórt brak av einum festivali. Ókeypis faldari kann avheintast í Perluni - Ì honum sæst, at alskyns sýningar og tiltøk verða hesar dagarnar. Fleiri av útlendsku fólkunum handan filmarnar luttaka í pallsamrøðunum, sum eru eftir einstøku sýningarnar, har áskoðarin eisini fær høvi at seta spurningar. (Sí skrá á fimff.fo og keyp atgongumerki á reinsariid.fo) 

Spurningar og sparring 

Nevniliga hetta at seta spurningar, práta og at sparra er av stórum týdningi, og fríggjadagin 15. september kl. 20.00 verður mánaðarligi sparringsfundurin hjá Føroyskum Filmsfólki. Fundurin er í Ostahúsinum, omanfyri Perluna. Her møtast limir og filmsáhugaði til eitt hugnaligt prát um filmsverkætlanir og film sum heild – Øll eru vælkomin! 

Fleiri filmsdagar 

Mikudagin 20. september til sunnudagin 24. september, skipar Filmsfelagið, á triðja sinni, fyri tiltakinum, Filmsdagar í felag. Við Birgir Kruse og Ole Wich á odda, hevur Filmsfelagið funnið nýggjar altjóða filmar, sum verða sýndir í Havnar Bio. Talan er um virðisløntar filmar, sum hava fingið sera góð skoðsmál uttanlands. Eldrabio og Barnabio verður eisini á skránni. (Sí skrá og alt um tiltakið á https://cl.ly/3s1R082U1Z37)

 Barbara 20 ár seinni 

Ì ár eru 20 ár liðin, síðani filmurin Barbara varð frumsýndur í Føroyum. Ì hesum sambandi hevur víðagitni leikstjórin Nils Malmros, saman við Nordisk Film, tikið stig til eina endur-frumsýning á ársdegnum, sum verður í Havnar Bio, hósdagin 28. september kl. 19.00. Vit gleða okkum og eggja øllum til at møta fjølment til hesi fantastisku filmstiltøk í september! 

Við filmskvøðu, Nevndin, Føroysk Filmsfólk