Semja undirskrivað millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna

29-06-2020 - 11:07 - Jóanis Nielsen

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava í morgun skrivað undir semju um nýggjan sáttmála. 

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi hin 10.10.2019. Síðan tá hava partarnir verið á 5 fundum, til partarnir í morgun skrivaðu undir semju um nýggjan sáttmála. 

Ásannandi, at búskaparligu framtíðarútlitini enn eru óviss í kjalarvørrinum av covid-19, valdu partarnir at gera ein eitt ára sáttmála, ið sostatt er galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober 2019 til 1. oktober 2020. 

Nýggi sáttmálin byggir á eina lønarhækkan í krónum. Handverkarar, ið eru á stigunum 1-27 fáa kr. 795,00 omaná mánaðarlønina, meðan handverkarar, ið eru á stigunum 28-40 fáa kr. 595,00 omaná mánaðarlønina.

 Tórshavn, 29.06.2020 Kommunala Arbeiðsgevarafelagið