Semja millum Starvsmannafelagið og KAF

vinna03-06-2020 - 16:30 - Jóanis Nielsen

SO VAR SEMJAN Í HÚS

Í dag undirskrivaðu Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið nýggjan 2-ára sáttmála fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum, SEV og IRF.

Karmurin er hin sami sumí sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið fyri sama tíðarskeið. Fyrra árið er lønarhækkingin í krónum, seinna árið er í prosentum.

Umroknað til prosent hækkar mánaðarlønin soleiðis:

Frá 1. oktober 2019:

Fyri lønarstigini 1 til 21: 795,00 kr.

Fyri lønarstigini 22 til 50: 595,00 kr.

Tann 1. oktober 2020:

Lønarstigini 1 til 50: 2,25%

Eins og í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið, fáa bachelorarnir hjá KAF eisini ein sjálvstøðugan stiga.

Tað eru nú níggju mánaðir síðani, at sáttmálin gekk út 1. oktober 2019. Sostatt kemur næsti lønarkekkur óivað væl við hjá okkara kommunalt settu limum, sum fáa somu lønarhækkan sum okkara limir hjá landinum – men við afturvirkandi megi.

Orsaka av korona kom stígur í samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og KAF, so vit fegnast sjálvanadi um, at vit loksins komu á mál og at limir okkara nú verða lønarliga javnstillaðir.