Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið

08-07-2020 - 14:32 - Jóanis Nielsen

 Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið hava seinnapartin skrivað undir semju um nýggjan sáttmála. 

Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2019, og handaðu partarnir hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi hin 24.02.2020. Síðan tá hava seks fundir verið millum partarnar, og í dag varð semja um nýggjan sáttmála undirskrivað. 

Talan er um eina 3 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum. 

Tann 1. oktober 2019 hækkar lønirnar 2,56% 

Tann 1. januar 2021 hækkar lønirnar 2,05% 

Tann 1. oktober 2021 hækkar lønirnar 1,25% 

Í semjuni er eisini áseting um broyting av orðing í §1, stk. 2 um viðbøtur. 

Tórshavn, 08.07.2020 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið