Semingsstovnurin boðsendur

vinna21-02-2020 - 15:21 - Jóanis Nielsen

Hin 23.10.2019 handaðu Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hvørjum øðrum krøv í samband við, at sáttmálin partanna millum gekk út hin 1. okt. 2019. Síðan hava partarnir verið á 8 fundum í eini roynd at gera semju um nýggjan sáttmála. Ásannandi, at langt framvegis var millum partarnar, legði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið á fundi fyrrapartin fram ynski um at fáa semingsstovnin uppí samráðingarnar, og tískil varð semingsstovnurin boðsendur. Partarnir hittust á fundi hjá semingsstovninum kl. 13.00 í dag, har tosað varð um, hvussu farast skal fram víðari.

Tórshavn, hin 21.02.2020

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið