Fríggjadagin 9. juni fingu sekstan nýggir venjarar handað UEFA A-venjaraprógv - Mynd: Hans Erik Danielsen.

Sekstan nýggir A-venjarar

ítróttur15-06-2017 - 15:03 - Jóanis Nielsen

Seinasta hálva annað árið hava sekstan venjarar verið undir UEFA A-venjaraútbúgving hjá FSF, og fríggjadagin vórðu prógvini handaði.

Fríggjadagin 9. juni varð skipað fyri lítlari samkomu í matstovuni ”Katrinu Christiansen” í Havn í sambandi við, at sekstan venjarar fingu handað UEFA A-venjaraprógv.

UEFA A-venjaraútbúgvingin tekur hálvt annað ár, og endar við próvtøku.

Teir 16, sum nú hava fingið A-prógv, eru

Jóan Pauli Jacobsen, Klaksvík

Erland Tvørfoss, Gøtu

Jákup Martin Joensen, Tórshavn

Sorin Anghel, Tórshavn

Jákup á Borg, Tórshavn

Petur í Gong, Klaksvík

Pól Helgi Jacobsen, Toftir

Poul Grunnveit Olsen, Haldórsvík

Lukascz Cieslewisz, Tórshavn

Dánial Pauli Davidsen, Tórshavn

Oddur Olsen, Klaksvík

Jákup Mikkelsen, Klaksvík

Olgar Danielsen, Klaksvík

Jens Erik Rasmussen, Miðvági

Erik E. Nielsen, Klaksvík

Palli Augustinussen, Vágur​

Hvør luttakari hevur havt ein vegleiðara, sum millum annað hevur vitjað viðkomandi venjara í egnum felagi til praktiska venjing og dyst, og sum eisini hevur vegleitt í sambandi við skrivligar uppgávur.

Vegleiðarar á útbúgvingini hava verið Bill McLeod Jacobsen, Eli Hentze, Jóannes Jakobsen, Pauli Poulsen og Petur Simonsen, sum eisini hevur verið skeiðsleiðari.

Útbúgvingin byrjaði í januar 2016. Síðani tá hava luttakararnir verið til skeið í vikur og í vikuskiftum. Eitt nú um “Fysiska venjing” við Magna Mohr, “Taktiska venjing & leiðslu” við Heimir Hallgrimsson og “Mentala venjing” við Kristoffer Henriksen.

Harumumframt hava luttakarar og vegleiðarar eisini verið námsferð í Oslo í eina viku, har millum annað “Leikaramenning”, “Dystar- og leikaragreining” og “Nýggj/serstøk rák í fótbóltinum” vóru á skránni.

Í 1999 fingu fyrstu føroysku venjararnir – teir vóru tíggju í tali – tað, sum í dag svarar til UEFA A-lisens. Átta ár seinni, í 2007, fekk Fótbóltssamband Føroya sína egnu A-venjaraútbúgving góðkenda eftir núverandi leisti. Við hesum sekstan nýggju A-venjarunum eru tilsamans 80 venjarar, ið hava fingið UEFA A-lisens umvegis FSF-venjaraútbúgvingarskipanina.