Seinasti kjansur at vinna 10.000 kr.

Vinna05-11-2019 - 07:28 - Jóanis Albert Nielsen

Fiskaaling: Sílagransking:Fríggjadagin 13. desembur kl. 14.00 verður lutakastið um vinnaran av 10.000 skattafríar kr. Drigið verður millum allar brævbjálvarnar við roðsluroyndum, sum sílafiskarar hava sent inn til P/F Fiskaaling.

Men enn ber til at luttaka! Fiska og send inn brævbjálvan við roðsluroyndum og uppmátingum, so hesar eru Fiskaaling í hendi í seinasta lagi mánadagin 2. desembur. Nærri vegleiðing til luttøku sæst her. Bjálvarnir til endamálið fáast frá Fiskaaling á tel. 474747 ella skriva til fiskur@fiskaaling.fo

Øll vælkomin til dráttin
Lutakastið fríggjadagin 13. desembur verður drigið av landsgrannskoðaranum kl. 14.00 á Fiskaaling við Áir. Í hesum sambandi bjóðar Fiskaaling øllum áhugaðum til ein góðan drekkamunn, har m.a. greitt verður frá verkætlanini.

Nakað omanfyri hundrað brævbjálvar eru innkomnir í skrivandi stund.

Verkætlanin verður fíggjað av Havbúnaðarfelagnum.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við Kirstin Eliasen, deildarleiðara og granskara á Fiskaaling.