Seglbátur mátti biða um hjálp

21-05-2019 - 15:43 - Jóanis Albert Nielsen

Tíðliga í morgun bað ein írskur seglbátur um hjálp suður úr Vágum. Seglbáturin hevði ikki meira brennievni eftir, og fekk tí ikki siglt víðari.

Sverri fór bátinum til hjálpar og sleipaði hann á Miðvág.